
Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki, leita tankarnir til nógvu kappríðingarnar, sum vit ungu sóu úti á Velbastaðvegnum. Kappríðing var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum á ólavsøku. Og tá rossini fóru av Vaglinum og framvið hjá okkum við Landavegin, var tíð at leita sær út á Velbastaðvegin ella rættari sagt út á Krossin, sum vit róptu staðið. Vit ungu hildu, at tað var langt at ganga so langt út um Havnina at hyggja at kappríðing. Tey riðu fyri seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum í 1970, og síðani var ríðingarbreyt gjørd í Marknagili, har tey framvegis ríða kapp. Myndin omanfyri er av teim seks Lützen systkjunum úr Norðadali tikin úti á Krossinum á ólavsøku 1960. Minnist øll systkini ríða kapp, og tá í tíðini var tað Poul Mohr við sínum skemtingarsama hátti, sum segði frá kappingini. Tá tosaðu vit um rossafamiljur, tí tað vóru ávísar familjur, sum høvdu ross og riðu kapp. Tó so, eg síggi á listanum frá 1960, at reyðfólk komu til Havnar at ríða kapp úr Kirkjubø, Velbastað, Hvalvík, Norðadali, Kollafirði, Streymnesi og Kalbak. 34 ross vóru við í kappríðingi á ólavsøku í 1960. (Vagnur)