
Altíð hugaligt at leita í gomlum kappróðrartilfari. Herfyri høvdu tey ruddingardag í neystinum hjá Havnar róðrarfelag, og úr gomsluni komu nógv steyp, sum ungar gentur skuldu pussa. Steypini nú á døgum er so stór, at tey mangan eru mest sum húsaskot og passa ikki í nakað skáp. Knappliga kom er fram á steyp gjørt úr veðrahorni, har alt tað blanka var úr silvuri. Steypið er givið av monnum í Havn í 1928 til gomul 10-mannafør at kappast um. Eg fór at kanna søguna um vakra steypið.

Eg síggi í bókini “Drekin”, sum Niels Juul Arge skrivaði í sambandi við, at Havnar róðrarfelag gjørdist fimti ár í 1982, at talan er um tvey veðrasteyp. Fyrra veðrasteypið og seinna veðrasteypið. Veðrasteypið – veðrahorn úr sjálvum Tjørnuvíksstakki umsett við smíðaðum ektaðum silvuri, skrivar Niels Juul. Í 1932 vann Nótabáturin fyrra veðrasteypið til ognar, og tað var júst í 1932, at Havnar Róðrarfelag varð stovnað. Tað er ógreitt í bókini, hvør bátur vann seinna veðrasteypið til ognar. Áhugavert at síggja myndirnar, tí eg minnist nógvar av monnunum, og Martin Kürberg var jú eisini formaður í Havnar róðrarfelag.

Eg havi til stuttleika lagt niðanfyri myndir aftrat tekstinum, tí Niels Juul skrivar í Drekanum, at meðan ikki so nógv lív var í kappróðrinum í Føroyum undir krígnum, var stórur áhugi millum føroyingar í Keypmannahavn, sum ikki sluppu heim. Tey bygdu “Neystið” og áttu tveir kappróðrarbátar, har annar báturin var 10-mannafarið Sigmundur Brestisson, sum vit síggja niðanfyri. Bæði menn og kvinnur róðu við 10-mannafarinum, og stuttligt at síggja menninar rógva í eins undirtroyggjum, og kvinnurnar rógva í hvítum skjúrtum. Kvinnur í 10-mannafari, hví ikki tað?

