
Fýra ár síðani hesa hending á Tórsvølli. Svensku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr, at svenska heimsstjørnan beint eftir landsdystin lat seg úr buksunum og gav fegna 12 ára gamla Tóra Rasmussen tær. Tíðindini standa eisini í donskum fjølmiðlum. “Zlatan misskilti meg, tí eg bað um troyggjuna og ikki um buksurnar”, sigur Tórur. Aftonbladet skrivar soleiðis um hendingina eftir landsdystin.
Zlatan hevði bumbarderað føroyska málverjan Gunnar Nielsen við “projektilum” og royndi seg við taekwondo spørkum í brotssparksteiginum, men einki hjálpti. Men síðani spældi Zlatan Alexander Kacaniklic frían, sum kundi javna til 1-1, og síðani bjargaði Zlatan Svøríki frá einum “dunderfiasko”. Betri kann tað ikki gerast, tá ið vit í seinna hálvleiki vóru í trongum skóm, skrivar blaðið.

Tá ið dómarin bríkslaði seinasta bríksl í dystinum, sóu áskoðararnir, at Zlatan knappliga lat seg úr buksunum og gav einum fegnum fótbóltsdreingi buksurnar. “Hetta er størsti dagur í mínum lívi, Zlatan er mítt stóra “idol”, segði 12 ára gamli Tórur Rasmussen við glitraðu eygum til blaðmann frá Aftonposten.
Men Zlatan misskilti føroyska dreingin. “Eg bað Zlatan um troyggjuna (shirt), men Zlatan helt meg siga (shorts) og lat seg úr buksunum og gav mær tær, sigur Tórur. “Hvat ætlar tú tær at gera við buksurnar”, spyr svenski blaðmaðurin Tóra. “Eg heingi tær upp á veggin”, var svarið.
Svenski fótbóltsleiðarin Erik Hamren finnist ikki at, at Zlatan gav føroyskum fótbóltsdreingi leikbuksurnar, tí hann helt gerðina vera ógvuliga positiva. Nógv kemur fram í fjølmiðlum um fótbólt, sum er negativt, tí er frálíkt, at vit her kunnu síggja eina positiva hending.
Svenska fótbóltssambandið fær nógv brøv og teldupostar frá foreldrum at ungum áskoðarum og fótbóltsspælarum, sum takka Zlatan fyri ótrúliga góðar gerðir, sum tildømis tær við buksunum, sum slett ikki koma fram í fjølmiðlunum, skrivar Aftonbladet. (Vagnur)
