
Altíð er hugaligt at práta við fyrikomandi og positiv fólk um hondbólt. Eg havi hitt Sunrid í Gong nýggju forkvinnuna í ÍA á Argjum. Hetta kappingarárið eru tey í ÍA í eini undantaksstøðu, tí meðan fimleikahallirnar vera víðkaðar til heila hondbóltshøll, eru venjingarumstøðurnar hjá felagnum ikki nøktandi. – Eingin grenjar, tí vit vita, at arbeiðið verður liðugt komandi vár, og næsta ár spæla liðini hjá ÍA heimadystirnar í høllini á Hamaranum, sigur Sunrid. Men, hví gjørdist Sunrid nú forkvinna í ÍA?
– Eg búgvi á Heygnum Mikla, men eg gekk í skúla á Argjum og havi tí nært samband við Argir. Tá børnini so fóru at spæla hondbólt í ÍA, vaks áhugin fyri virkseminum í felagnum. Kristian Martin Skála, Martin Mørk og Michael Viderø hava slóðað fyri nýggja hondbóltsfelagnum, og nú hildu teir, at nýggjar kreftir máttu koma í felagsskapin. Arbeiðið var vorðið ov strevið, har teir gjørdu tað mesta sjálvir, og nú mátti felagið royna okkurt nýtt. Kristian Martin vendi sær til mín, og eg helt, at uppgávan ljóðaði spennandi, og eg tók av.
– Núverandi kappingarárið hjá ÍA er serligt, tí vit kunnu ikki venja á Hamaranum. Men fólk grenja ikki og góðtaka støðuna, tí tey vita, at næsta kappingarár broytast umstøðurnar. Sjálv havi eg ikki spælt hondbólt ella íðka ítrótt á høgum støði. Eg hevði ítrótt í skúlanum, og tað er alt.

– Í løtuni hevur ÍA fimm tímar í høllini á Hálsi, og vit venja í fimleikahøllini í gamla Argja skúla einar tólv tímar um vikuna. ÍA hevur spælarar í aldrinum U8 ár til og við U16 ár. Vit hava ikki venjingarumstøður at bjóða meira beint nú, men tá umstøðurnar gerast betri, so kemur uttan iva okkurt aftrat. Til stuttleika kann eg nevna, at ÍA hevur spælara á U16 dreinjalandsliðnum, sum í september mánað var í Skotlandi. Spælarin eitur Hørður Lognberg.
– ÍA hevur í vetur hesi lið við landskappingini: Trý lið U8 , trý lið U10, tvey lið U12, tvey lið U14 og eitt lið U16. Talan eru bæði gentur og dreingir. Tá tú spyrt um áhugan fyri hondbóltinum á Argjum, so merkja vit, at undirtøkan veksur. Nú er so uppgávan hjá okkum at fáa fleiri foreldur við, tí tá nýggja høllin er liðug, og vit skulu spæla heimadystirnar á Argjum, so mugu fleiri foreldir traðka til. Og tað veit eg, at tey gera.

– Sjálvandi vita vit, at tað tekur tíð at byggja upp, men á Argjum búgva so mikið nógv fólk, og í næstum koma enn fleiri familjur út á Argir at búgva, at verður rætt atborið, eigur ÍA at hava góða framtíð, sigur Sunrid at enda.
Seinast eg hugdi í hagtølini, búðu fleiri enn tvey túsund fólk á Argjum. Sjálvur fegnist eg um, at nýggj høll ikki var bygd við fótbóltsvøllin, tí høllin skal standa har børnini ganga í skúla, og tað er á Hamaranum. Gott, at ÍA er stovnað, og nú eru fýra hondbóltsfeløg í Suðurstreymoy, og fýra hondbóltsfeløg eru ikki eitt ov nógv.
Nevndin í ÍA er mannað við: Sunrid í Gong, forkvinna, Fríður Dalsgarð, næstformaður, Vivie Kirke Davidsen, Gunnvá Eysturoy, Marianna Heinesen, Barbara Danielsen, Martin Mørk og Kristian Martin Skála. (Vagnur)