
Í apríl mánað 1964 skipar ÍSF fyri stórum hátíðarhaldi í sambandi við, at ÍSF fyllir 25 ár. Hátíðarhaldið byrjaði við stórari skrúðgongu flaggdagin, har Havnar Hornorkestur spældi.
Fleiri enn tvey túsund fólk vóru á Vaglinum henda dagin, og umframt skrúðgonguna varð fimleikaframsýning fram við Tinghúsvøllinum, har ÍSF formaðurin Ólavur Lambaa og Hákun Djurhuus løgmaður hildu røðu.
Tað vóru fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, sum vístu fimleikakynstur í reiðsskapsfimleiki á Vaglinum.

Skipað varð eisini fyri hondbóltskapping og fótbóltskapping í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið, og stóra løtan var, tá ið hondbóltsliðini fóru á nýasfalteraða hondbóltsvøllin í Gundadali. Hetta var stórt frambrot í føroyskum hondbólti, tí mangan var ikki tespuligt at spæla á grúsvøllinum, har smásteinar og hyljar mangan darvaðu spælinum. Nú var vøllurin slættur og eingir hyljar, tí kundi spælast skjótari hondbóltsspæl.
Kyndil vann bæði kappingina hjá kvinnum og monnum. Mansliðið hjá Kyndli vann í finaluni 24-10 á SÍF úr Sandavági, og kvinnuliðið hjá Kyndli vann 7-3 á Neistanum í finaluni. Eitt ættarskifti var um at fara fram í Neistanum, tí á myndini sæst, at tríggir gentuliðsspælarar spældu á neistaliðnum finaludagin. Tá vóru eingi unglingalið.
Á kyndilsliðnum sæst danska Olga Frederiksen, sum kundi meira á vøllinum, enn føroysku spælararnir. Olga hevði spælt í bestu deildini í Danmark og hevði spælt fýra landsdystir. Olga hevði ótrúliga gott eyga fyri spælinum og skeyt altíð nógv mál. Hon var stór og sterk, og dugdi á serliga hátt at plasera bóltin í málið, tí hon dugdi so væl at stýra bóltinum við handliðinum, tó at hon ikki skeyt so hart. Olga, sum var gift føroyskum manni, kom til Føroya í 1964 og fór aftur til Danmarkar í 1988.
Í fótbóltskappingini spældu HB og KÍ finaludystin, har HB vann 5-4 í spennandi dysti. Allir spælararnir fingu hvør sína nál frá ÍSF, og vinnandi liðini fingu steyp. Stóra 25 ára hátíðarhaldið endaði við samkomu í Havnar Klubba, har øll ítróttafólkini, sum høvdu verið við at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá ÍSF, vóru boðin við. (Vagnur)