Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Kyndilsmenn mistu á stokkinum í Hoyvíkshøllini

$
0
0
Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.
Skert H71 lið vann óvæntað á Kyndli.

Meðan longu mest sum er greitt, at kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár, so er størri kapping í bestu mansdeild. Manskappingina kunnu vit bara gera upp í taptum stigum, tí liðini hava ikki spælt eins nógvar dystir. Óheppið fyri stigatalvuna og spenningin. Eg siti júst og hyggi niður í dómaraseðilin millum H71 og Kyndil, og uttan at hava tosað við nakran, síggi eg, at Kyndil tapti á stokkinum tvey týdningarmikil stig, sum fimm minuttir fyri tíð mest sum vóru í pottinum.

Gera vit støðuna upp í mistum stigum, so hevur H71 higartil mist 5 stig, VÍF 7, KÍF 8, Kyndil 11, Neistin 12, StíF 16 og Team Klaksvík 23 stig. Tá vit fara inn í triðja umfar í endaspælinum, koma innanhýsisstigini at hava ómetaliga stóran týdning. Tú kanst tá siga, at liðini spæla tá um fýra stig hvønn dyst. Longu nú sæst, at hvørki Neistin, StíF og Team Klaksvík koma at vera við í kappingini um at koma í FM-finalurnar. Ov nógv stig eru mist ellar rættari sagt, ov fá stig eru vunnin.

Altíð áhugavert at síggja dómaraseðlarnar, tí tú kanst lesa spæligongdina úr honum. Í dystinum í gjár millum H71 og Kyndil sæst, at longu seint í fyrra hálvleiki var H71 klárt á odda og var á odda 15-11 við hálvleik, og einki talaði fyri, at Kyndil kemur afturíaftur, men tað kom liðið í seinna hálvleiki. Tá Kyndil skjýtur seks mál fyrstu tíggju minuttirnar, so er støðan knappliga 17-17, og Kyndil fer fram um bæði 21-20 og 22-20.

Tá fimm minuttir eru eftir at spæla er Kyndil á odda 23-21, men løtu seinni er støðan 23-23. H71 skjýtur avgerandi málið í seinastu minutti til endaligu støðuna 24-23. Løgið við hesum dysti, tí eg ætlaði at skriva eina viðmerking til brot á Facebook, at Kyndil fór at vinna dystin, tí H71 liðið er nógv skert í løtuni, og Kyndil spældi við fullari manning. Vónleyst er at spáa um framtíðina, men greitt er, at tað vera H71, VÍF, KÍF og Kyndil, sum koma at “sláast” um bæði FM-finaluplássini. Kyndil misti sunnudagin gyltan møguleika at fáa aftur H71, tí vann Kyndil vóru bara tvey stig á muni í mistum stigum, nú eru stigini seks. (Vagnur)

H71 – Kyndil 24 – 23 (15-11) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen (Sum eg skilji á lagnum, mást tú venda telefonina vantrætt, skalt tú síggja alla stigatalvuna)

Málskjúttar H71: Dánjal Tórgarð 5, Hilmar L. Jacobsen 5, Mark Marcher 3, Rúni V. Højgaard 3, Pætur Thomsen 3, Bogi G. Davidsen 2, Ári Dam 1, Helgi Hoydal 1 og Vilhelm Poulsen 1

Málskjúttar Kyndils: Hørður F. Sigtórsson 7, Hjalti Mohr Jacobsen 4, Høgni Klein Olsen 4, Josef Abrahamsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, David Edvardsen 2, Hans Áki Dal Cristiansen 1 og Bartal Klein Olsen 1.

Støðan
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 12 324 266 58 19
2 VÍF 11 324 278 46 15
3 Kyndil 13 344 331 13 15
4 KÍF 10 264 260 4 12
5 StÍF 13 363 363 0 10
6 Neistin 11 276 282 -6 10
7 Team Klaksvík 12 254 369 -115 1

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>