
Myndin omanfyri sigst at vera tikin miðskeiðis í 1930-árunum á Eystaru bryggju í Havn. Myndin er ógvuliga sigandi, tá hugsað verður um Eystaru bryggju í 2014, har fáir menn stýra stórum trukkum, sum koyra stórar bingjur. Ein maður ansar stóra krananum á bryggjuni. Tað tekur fáar tímar at avgreiða bingjuskipini, sum liggja fáar tímar við bryggju. Soleiðis var ikki í tíðini, sum myndin omanfyri boðar frá. Tá ið eg síggi slíka mynd, hugsi eg altíð um tímalønina. Øll fólkini, sum eru til arbeiðis til tess at tøma lastina á sluppini, skulu hava løn. Áhugarvert eisini at síggja lastbilin.
Myndin er av sluppini “Phebe”, sum Jens Andreasen í Havn keypti í 1899, og í 1912 varð sluppin seld Hans Eriki Olsen í Klaksvík. Saltfiskurin verður fyrst vrakaður á bryggjuni, síðani vigaður og við hond lyftir í lastina á lastbilinum. Lastbilurin hevur nummarplátu nummar 100, og tað er ikki so løgið, tí fyrsti bilurin kom til Havnar 6. mai 1922. Fiskur varð um tað mundið í Havn turkaður á fleiri stórum fiskaplássum.

Øll arbeiðsfólkini hava húgvu á høvdinum og eingin brúkar handskar. Eg minnist ilt aftur á, hvussu hendurnar sóu út, tá ið vit arbeiddu saltfisk í turkihúsinum úti í Hvannasundi við Heygsvegin. Bleytu ungu hendurnar toldu ikki væl saltið, men við tíðini fingu vit tó harða húð. Tímalønin? Í dag hevði ikki borið til at arbeitt saltfisk, sum vit síggja á myndini omanfyri. Ikki lønandi vinna hjá arbeiðsgevaranum, tí tímalønirnar høvdu kostað alt ov nógv.
Niðara myndin er av fiskavirkinum hjá Carl á Lag Yviri við Strond. Eg minnist væl fiskavirkið, sum byrjaði virksemið í 1933. Einki fiskaarbeiði var undir krígnum, tí bretar hertóku húsið. Eftir kríggið var Jákup Johansen sonur Carl á Lag settur stjóri í nýggjum partafelagi, sum skuldi fáa gongd á aftur fiskaarbeiðið í fiskavirkinum. Eg minnist, tá ið saltfiskur varð vaskaður og síðani turkaður í turkirúmum úti í Hvannasundi við Heygsvegin.
Sum vit síggja á myndini, varð fiskurin turkaður uttandura á serligum steinundirlagi, sum goymdi væl hitan frá sólini. Hetta eru slignir steinar, sum lógu tætt saman. Nú veit eg ikki, um veðrið var betri fyrr enn nú. Men, sum veðrið hevur skikkað sær seinnu árini, var ikki nógvur fiskur turkaður uttandura tildømis í 2013. Arbeiðið á fiskavirkinum hjá Carl á Lag minkaði niður í einki í 1960-árunum, og húsið var rivið niður í 1968. Á myndini síggja vit fiskastakkar standa á fiskaplássinum Yviri við Strond. (Vagnur)