
Kom fyrrapartin fram við høllini á Hálsi, har menn leggja seinastu hond á stoypuarbeiðið í sambandi við, at nýggj høll skal byggjast aftrat gomlu høllini. Tíðarætlanin heldur, sigur hallarstjórin Dánjal Samuelsen. Tíðarætlanin sigur, at høllin skal vera liðug í desember mánað í 2017. Í niðaru hædd, sum vit síggja á myndini, skal borðtennis og judo húsast í 400 fermetrar stórari høll, sum er hálvur hondbóltsvøllur. Har vera eisini tvey minni skiftingarrúm við brúsum og vs. Í samanbygdu hallunum vera 1400-1600 áskoðarapláss, har brúkast skulu áskoðarapláss, sum kunnu flytast í sambandi við stór tiltøk. Límtræbogarnir í nýggju høllini vera av sama slagi, sum í gomlu høllini. Við nýggju høllini á Hálsi og nýggju høllini á Argjahamri, fáa vetrarítróttagreinirnar í kommununi nógv betri umstøður. Og tað treingir sanniliga til. (Vagnur)