Havi altíð hildið Henrik Old vera skilamann, og higartil hevur hann klárað seg væl í landsstýrissessinum. Men eg stúrsaði við, tá hann mikudagin í seinastu viku í fjølmiðlunum borðreiddi við nøkrum løgnum setningum um at koyra við píkum. Heðin Mortensen hevur spurt Henrik Old, um hann ætlar avmarka nýtsluna av píkum, men tað ætlar Henrik Old ikki. Eg og nógv við mær øtast, tí grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum eru so neyðarligar. Hann sleppur sær undan ábyrgd og vísir til Noreg, men hann gloymir, at vit búgva í Føroyum.
Kanningar hjá Akstovuni siga, at 80% av akførunum koyra uttan píkar og 20 % við píkum. Tað sigur mær, at tað eru hesi 20 % av akførunum, sum tildømis hava ábyrgdina av, at vegirnir í Havn vera karvaðir upp av píkunum. Tú sært nógvastaðni djúpar foyrur í vegunum, har ovasta asfaltlagið er slitið burtur. Henda asfaltóhumska fer í lunguni á fólki og dálkar bæði klæði, urtagarðar fram við vegunum og bilar bæði uttan og innan. Er nakað av kava ella krapa í gøtunum, saltar kommuna vegirnar. Leysa asfaltumhumskan blandast tá við saltið og kavan og gerst skitin evja.
Koyrdi herfyri eftir nýggju brúnni um Sandá niðan á Hamaran, og longu nú sæst, at 20% av akførunum er farin at slíta ovasta asfaltlagið á brúnni. Nú havi eg koyrt bil mest sum hvønn einasta dag í hálvhundrað ár uttan píkar. Sleppi allastaðni í Havn líkamikið, hvussu veðrið er. Men treytin er, at tú ert væl skøddur við røttu vetrardekkunum. Tó stóð bilurin døgnið herfyri, tá kavastormurin ýldi í býnum. Kenni persónar, sum hvønn arbeiðsdag koma til Havnar at arbeiði úr Vestmanna, Kirkjubø og aðrarstaðni í Føroyum uttan píkar. Píkarnir gjørdu so ongan mun í kavaódnini herfyri.
Haldi, at tað er ov ússaligt av Henriki Old at fara so lætt um málið um píkarnar og bara vísir til Noregs. Hann sigur millum annað, at nú skulu vit, sum ikki koyra við píkum lovprísa teimum, sum koyra við píkum, tí tey ríva ísin á vegnum upp, og hetta kemur teimum sum ikki koyra við píkadekkum, til gangs. Hetta er vill tala og langt úti. Tá býbussarnir í Havn ikki koyra við píkum, so skal eingin annar bilur koyra við píkum innanfyri bøgarðarnar í Havn. Taki fult undir við Heðini Mortensen í píkamálinum.
Og Henrik Old vassar enn longri út í píkamálinum, tá hann sigur, at nú koyra so fáir bilar við píkum, at tað er ivingarsamt um tað ikki er meira møði enn føði at leggja avgjald á píkadekk í Føroyum. Hetta er langt úti Henrik Old. Tað eru hesi 20% av bilum, sum oyðileggja vegirnar í Havn, dálkar umhvørvið, dálka onnur akfør bæði innan og uttan og eru orsøkin til, at fólk anda inn hesa asfaltóhumsku, tá turt er í veðrinum. Ein góðan dag sæst asfaltstøvið í luftini í miðbýnum í Havn.
Eg vil enda at geva Henrik Old eini góð ráð: Syrg beinanvegin fyri, at vit fáa eina trygga og góða koyribreyt, so hesi 20% kunnu koma á skeið at læra seg at koyra í hálku. Tá alt er sagt omanfyri, so veit eg, at neyðugt kanska er at koyra við píkum millum nakrar bygdir og býir í Føroyum, men hesi akfør skulu ikki dagliga koyra í Havnini og óneyðugt karva upp vegirnar. So mugu vit finna eina skipan, at hesi akfør vera parkara uttanfyri býin. Lætt at vera landsstýrismaður, tá man fer so lætt um píkamálið, sum Henrik Old ger. Píkamálið fyri meg og onnur er álvsmál, tí her er talan um at oyðileggja vegir og heilsuna hjá fólki. (Vagnur)