
Gunnar Streymoy hevur í tveimum umførum vant neistamenn. Seinast í 80-árunum og so í 1995. Eyðun R. Jensen minnist væl, tá ið teir í 1995 fingu silvurmerkini um hálsin.
– Vit spældu seinasta dystin ímóti KÍF, og eg minnist, at Hanus Joensen spældi við KÍF. Dysturin var avgerandi fyri KÍF og Stjørnuna, um hvat lið flutti í 2. deild. Vann Neistin á KÍF, fór KÍF í 2. deild, vann KÍF á Neistanum, fór Stjørnan í 2. deild.
Allir stjørnuspælararnir vóru komnir til Havnar at hyggja at dystinum. Vit vunnu dystin við einum máli, og sostatt flutti KÍF hetta árið í 2. deild. Kyndil hevði longu vunnið FM-heitið, men vit vóru hóast alt nøgdir at fáa silvurmerkini um hálsin, sigur Eyðun R. Jensen. (Vagnur)