
Fjallatindarnir vóru hvítir flaggdagin, tá fyrstu ódnartøkini á árinum vóru rógvin. Sjálvt um kalt var í luftini, høvdu nógv fólk leitað sær oman á Vestaru bryggju. Høvuðsfyrireikararnir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen vóru har, Magni Nielsen stóð sum altíð fyri startinum, Hugo Joensen var startdómari, og í málbilinum vóru fólk frá Róðrarsambandinum og Havnar róðrarfelag. Forkvinnan í RSF var eisini har. Ódnartøkini vóru seinkað nakrar minuttir, tí bátar komu norður við Smyrli, men tá fyrsta skotið brast, gekk væl at avgreiða allar róðrarnar. Og tú fekst nakrar ábendingar um róðrarárið 2017, sjálvt um fleiri bátar ikki vóru við. Vit gleða okkum til næstu ódnartøkini og FM-róðrarnar í summar.


Ein av fyrireikarunum segði mær, at veðrið í apríl mánað ger eisini av, hvussu nógvir bátar meldað til fyrstu ódnartøkini. Og veðrið í apríl mánað hevur ikki verið av tí besta at flota bát, og serliga ávirkar hetta ungar manningar. Eg havi altíð hildið, at manningar fáa góða venjing at vera við í ódnartøkum. Eitt er at fáa gott úrslit, annað er, at tú fært eisini venjing at leggja bátin til start, merkir spenningin, og fær roynt ymist í víðari í venjingini, sjálvt um teinurin er stuttur. Manningar fáa jú tríggjar møguleikar sama dag.


Munurin millum FM-róðrarnar og ódnartøkini eru startirnir. Tá bátarnir í ódnartøkum hava fingið í startin og liggja beint, sigur startdómarin, at um tretivu sekund brestur startskotið. Tá komið er til tíggju sekund fyri start, telur startdómarin niður til null, og tá skjýtur hann. Alt gekk væl og eingin bátur hekk fastur. Áhugavert at síggja ódnartøkini, men tú sást eisini, at summar manningar í løtuni er betri fyri enn aðrar. Ja, so eru eisini nakrar ungdómsmanningar við fyri fyrstu ferð.


Skal eg nevna nakrar manningar úr rúgvuni, so gjørdi mær greitt, at vit skulu rokna við Klaksvíkingi í summar, tí manningin er væl fyri og rør heilt væl. Drekin reyði var eisini har, men umborð er mestsum nýggj manning. Genturnar umborð á Firvaldi, sum hevur somu manning um í fjør, halda fram, har tær sleptu í fjør, tí genturnar eru sterkar og rógva væl. Sá eisini, at kvinnurnar umborð á Jallinum eru væl fyri, og tað sama 6-mannafarið Hvessingur við monnum og kvnnurnar umborð Sølmundi. Og nýggja 5-mannfarið Ingibjørg hjá Havnar róðrarfelag vann bæði við gentum og dreingjum, og so var hugaligt at síggja 8-mannaførini Árnfirðing og Miðving.


Sum eg var fegin at síggja heili seks dreingjamanningar við startin, og vit kunnu vænta okkum nógvar dreingjamanningar í summar. Bátarnir vóru javnir, men Fípan Fagra hevði munin og sýntist at vera væl fyri. Tó skal nevnast, at fleiri dreingjamanningar hava verið fáar dagar í bátinum, so tá bátarnar skulu rógva fult mál, og allar manningarnar hava vant meira, so kann myndin broytast.

Mest og Tórshavnar Havn mugu verið við í ódnartøkunum


Tað var um reppið, at ódnartøkini flaggdagin vóru avlýst, tí trupulleikin var at fáa flutt nøkur skip. Men hetta eydnaðist í sístu løtu við stórari vælvild frá arbeiðsfólki hjá Mest. Tøkk skulu teir hava fyri tað. Men eg kann gerast argur at hoyra, at Havnarmeistarin ikki gevur eina hjálpandi hond til ódnartøkini. Tríggjar vikur fyri ódnartøkini fáa Mest og Havnarskrivstovan at vita, nær ódnartøkini vera. Havnarskrivstovan spælir fríspæl og sigur, at skulu skip flytast, so mugu tit tosa við Mest og eigaran av skipunum. Hetta er ov ússaligt.


Nú skulu vit minnast til, at Mest og Havnarmeistarin eiga ikki Vestaruvág, og sjálvandi skal vera pláss fyri tveimum kappróðrum á Havnarvág tvær ferðir um árið. Á ólavsøku og flaggdagin. Skal hetta eydnast til fulnar, so má Mest og Havnarskrivstovan vera partur í tiltakinum. Alt her í lívinum snýr seg ikki bara um pening og harvið stóran vinning, og vilja Mest og Havnarskrivstovan ikki “spæla” við, so skulu boðini koma frá borgarstjóranum.



Kann nevna, at eitt árið vildi Havnarskrivstovan ikki biðja Mortan Johannessen flyta Enniberg, sum lá við bryggju, har mállinjan er. Fyrireiikararnir ringdu so til Mortan sjálvan, og Mortan flutti sjálvur Enniberg við hjálp frá tíggju monnum frá Havnar Róðrarfelag. í hesum døgum hoyra vit mangan um orðini søgulig rættindi. Kappróður hevur so sanniliga søgulig rættindi á Havnarvág, tí tey róðu longu kapp seinast í 1800 talinum langt áðrenn Mest og Havnarskrivstovan vóru til. Tó skal sigast, at við vælvild frá Mest, hevði slett ikki borið til at avgreitt ódnartøkini. Men eg veit, at stjóranum dámar hetta ikki væl.
Kann leggja aftrat, at svimjihylurin í Gundadali verður stongdur fyri almennari svimjing, tá svimjikappingar eru, og miðbýurin stongdur fyri ferðslu, tá flaggdagsrenning, stór tónleikatiltøk og marathon renning verður fyriskipað. Sjálvandi skal pláss vera fyri slíkum í býnum, og pláss skal sjálvandi eisini vera fyri tveimum róðrartiltøkum um árið á Havnarvág. Vóni, at vit eisini næsta ár eisini skipa fyri ódnartøkum á Havnarvág í góðum samstarvi við Mest og Havnarskrivstovuna. (Vagnur)

