Í meira enn hálvthundrað ár havi eg verið knýttur at hondbóltinum. Spælt sjálvur, vant lið, verið formaður í felag og i hallarnevnd, og havi útvegað stórar upphæddir til felagsskapin. Nógv eru góðu hondbóltsminnini. Eitt er hondbóltur, annað er kappróður, sum situr ógvuliga djúpt í sálargongini. Plagi at siga, at eg trívist allar best niðri við sjóvarmálan og millum róðrarfólk. Tí haldi eg fram at geva mítt íkast til kappróður. Gleði meg hvørt ár til róðrarárið, og serliga hevur mín áhugi verið hvørt vár, hvørjir bátar eru við í kappingini. Eg gleðist, tá eg hoyri, at tað eydnast at manna nógvar bátar kring landið, og alt talar fyri, at nógvar manningar eru við í summar. Uttan eldsálir ber ikki til, og hesi orð eru bara á vísa á, hvussu stórt arbeiði er at fyrireika eitt ódnartak, sum tað flaggdagin.

Stóra arbeiðið í Havn er sleppa fram at róðrarøkinum, har stóri viðspælarin er Mest og Havnarskrivstovan. Skip mugu flytast, og uttan vælvild frá Mest, hevði slett ikki borið til. Sum skrivaði í gjár, so veit eg, stjóranum dámar hetta einki, men hesuferð tóku nøkur starvsfólk hjá Mest um endan og fluttu skipini. Havnarskrivstovan yppar bara øks og spælir fríspæl. Hetta er alt annað enn gott.

Tað vóru Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, sum komu fyrst við snarróðrinum, har róð var av Molanum og inn í Vágsbotn. Teinurin var 470 metrar, men teir máttu gevast við snarróðrinum, tí farmaskip lógu altíð við Molan. Mær dámdi serliga væl snarróðurin, tí tað riggaði so væl, tá bátarnir róðu inn í Vágsbotn. Gomul minni komu fram, tá vit sum ung stóð spent inni í Vágsbotni og fylgdi ólavsøkuróðrunum. Róð var tá av Gulanum og undir Argjalandi og inn í Vágsbotn. Tá róðu 10-mannaførini 2000 metrar, 8-mannaførini og 6-mannaførini 1500 metrar og minni bátastøddirnar 1000 metrar.

Teitur og Fróðu hildu, at vit máttu finna upp á átak til tess at leingja um róðrarárið, har bátar bara kappast tveir mánaðir um árið. Tí komu teir fyrst við snarróðrinum og síðani ódnartøkunum. Trý ódnartøk fyri FM-róðrarnar og trý ódnartøk eftir ólavsøku. Haldi, at rógvarum dáma væl ódnartøkini, men tú kundi yngst, at fleiri bátar vóru við. Ljósagrønu bátarnir úr Fuglafirði og svart/hvítu bátarnir úr Vági og eingir gulir bátar vóru tildømis ikki við flaggdagin. Hoyrdi, at gentumanning úr Vestmanna var komin til Havnar at rógva ódnartøk, men tær fingu ongan at koyra bátin til Havnar. Eg øtaðist, tá eg hoyrdi hetta, má eg siga.

Nú bíða vit spent at frætta, hvørjar manningar vit síggja í FM-róðrunum komandi. Veit um fýra 10-mannafør. Klaksvíking, Drekan Reyða, Ormin og Havnarbátin. Spell at tildømis Eysturoyingur ikki er við. Haldi við vist, at 8-mannaførini vera fimm ella seks bátar, meðan tildømis dreingjabátarnir uttan iva vera kanska tólv bátar ella fleiri. Haldi tað stendur væl til við 5-mannaførum við kvinnum, men verri er við 6-mannaførum við kvinnum. Barnamanningarnar vóru uttan iva eins nógvar og seinasta ár.

Tú hevur altíð ymsar vónir til róðrarárið, og mín stóra vón er, at FM-róðrarnir fara rættvíst fram í summar. Í fjør vóru fleiri mistøk, og tað heilt stóra mistakið var, tá 10-mannaførini Drekin Reyði og Havnarbáturin lógu tvørir í Vestmanna, tá startskotið brast. Hetta er ótilgevuligt og má ikki endurtaka seg. Eg veit, at rógvarar vóru rasandi og keddir sum ongantíði áður. Róðrarsambandið má ikki lata óroyndar startdómarar sleppa fram at startrevolvaranum. Við vón um væl avgreidd ódnartøk og FM-róðrar í summar. (Mynd Vagnur)





