Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Tá Sundabáturin brotnaði í óndnarveðri í 2008

$
0
0
Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.
Tríggir bátar brotnaðu í ódnini í 2008.

Ódnarveðrið í 2008 gjørdist kostnaðarmikið fyri Norðdepils-Hvannsunds Róðrarfelag, tí 10-mannafarið Norðingur og gamla 5-mannafarið Ritan fóru í knús og kundu ikki umvælast. Nýggi Sundabáturin, sum ikki var spoytaður, var eisini so mikið illa farin, at ikki var vist, um báturin gjørdist aftur. Greinina skrivaði eg á heimasíðuni www.drekin.fo í 2008.  

Har fóru bæði veggir og tak í neystinum.
Bæði veggir og tak brotnaðu í neystinum.

Myndirnar fekk eg sendandi frá Hjalmari Zachariassen. Hjalmar sigur, at tryggingin nú fer at sýna bátarnar, men tó er endaliga greitt, at 10-mannafarið Norðingur og gamla 5-mannafarið Ritan eru í knúsi og verða ikki umvældir. Niclas í Koltri, smíðaði bátarnar.

Stuðlafelagið í bygdunum eigur neystið, sum fór í ódnini. Nýggi Sundabáturin stóð eisini í neystinum, og hevur Sundabáturin fingið minsta skaðan, tó er stór riva ígjøgnum allan bátin, og báturin er vorðin skeivur.

27. novembur í 2007 hevði www.drekin.fo samrøðu við Martin Simonsen formann í felagnum, og segði hann millum annað:

10-mannafarið Norðingur og 5-mannafarið Ritan brotnaðu. Partur av veggi liggur í bátinum.
10-mannafarið Norðingur og 5-mannafarið Ritan brotnaðu. Partur av veggi liggur í bátinum.

Vit hava ikki góðar umstøður at venja uppi á landi, men nú ætla vit at byggja nýtt neyst. Tað er lovað felagnum, at tað kemur á fíggjarlógina hjá kommununi í 2008, og økið til nýggja neystið leiga vit frá kommununi, so vit vóna, at gongd kemur í at byggja felagnum nýtt neyst.

Betongstykkir bróta Norðing.
Betongstykkir bróta Norðing.

– Tá ið vit ikki hava umstøður uppi á landi, so mugu vit hava góðar umstøður á sjónum. Vit fingu Sundabátin í 2003, og báturin er longu so mikið nógv slitin, at vit vilja útvega rógvarum nýggjan bát. Og tað verður ein nýggjur Sundabátur, sum rør í 2008 og vónandi við bæði kvinnum og monnum.

– 5-mannafarið Ritan var mannað við kvinnum í summar, men í 2008 verður Sundabáturin óivað eisini mannaður við kvinnum. Eisini rokna vit við, at dreingir aftur rógva við Rituni, so støðan í løtuni er bara góð, segði Martin Simonsen í stuttari viðmerking við undirritaða í 2007.

Stórur missur hjá Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag. Nú eru tey noydd at brúka núverandi Sundabát eina tíð aftrat, og er báturin mannaður við bæði monnum og kvinnum. Vónandi eydnast felagnum at byggja nýtt neyst, skrivaði eg í 2008. (Vagnur)

Stórar rivur gjøgnum Sundabátin, sum gjørdust skeivur.
Stórar rivur gjøgnum Sundabátin, sum gjørdust skeivur.

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>