
Tá eg um dagarnar stóð ovast uppi í Konradsbrekku, kom mær til hugs áhugaverda mynd frá 1941 av breskum hermonnum, sum í huganum komu gangandi beint ímóti mær. Áhugavert at síggja vøkru og hugnaligu húsini, sum fleiri er broytt, og eitt er júst tikið niður. Tankarnir reikaðu til nógvu fólkini, sum í 1950 og 1960-árunum búði har á leiðini og nógvu góðu minnini frá hesu gøtu. Nógvur ungdómur í hvørjum húsi, har summi vóru javngomul við okkum – summi eldri og yngri, og summi vóru longu farin úr reiðslinum. Havi áður skrivað um hesu serligu gøtu fyri okkum ungu, sum búði uppi við Landavegin. Nøkur minni aftrat niðanfyri.
Konradsbrekkan var okkara farleið, tá vit uppi við Landavegin skulu heim í býin. Fyrstu minnini eru frá seinast í 1950-árunum, og tá vóru fleiri av húsunum broytt frá myndini 1941. Fleiri hús vóru víðkað soleiðis, at loftið var reyst, so fleiri kømur fingust á loftinum, og okkurt húsið fekk eina hædd aftrat.

Ganga vit frá handlinum hjá P. A. Restorffs oman Konradsbrekku kom vit fyrst til hvítt langt hús, har Zacharias Sørensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla við familju búði. Síðan koma vit til húsini hjá Jógvan á Sandi og Brynhild. Har kendu vit nógv av børnunum millum annað Olfert, Eirik og Myrnu, men har vóru eisini Aðalgunn, Tanja og Guðbjørg, sum eg ikki minnist. Hoyrdi ein dagin, at kendi sangarin Sigurd Barrett hevur keypt húsini.
Næstu húsini er gomul hús frá 1877, sum Súsanna Danielsen eigur. Tað var gamli Jørgen Frantz Jacobsen, sum bygdi húsini, og dóttirin Fransiska hevði skúla í húsunum. Minnist, at har var klædnahandil og síggi fyri mær eina konu, sum æt Helle. Havi sæð onkrastaðni, at Jørgen Frantz málaði húsini reyð, tí hann helt, at nógmikið var av svørtum húsum í grannalagnum.
Spákar tú tær oman í Konradsbrekku og sært húsini á vinstru síðu, kemur tú til barnaheimið hjá teimum í tónleikabólkinum Tey av Kamarinum. Hetta eru serliga vøkur hús frá 1902, sum Magnus á Kamarinum teknaði og smíðaði saman við øðrum,. Sami maður, sum teknaði Sandavágs kirkju. Tað er hetta útskorna, sum prýðir kirkjuna og sethúsini uttan, sum eyðkennir avrikini hjá Magnusi av Kamarinum. Foreldrini at teimum sjey systkunum á Kamarinum vóru Jóannes og Olivina.

Vit koma so til húsini hjá Hans Vilhelm og Hannu Jacobsen, sum áttu børnini Magnus og Káru. Minnist, at Magnus við familju búðu í húsunum, tá vit sum ung skreiddu á skoytum og sletum í Konradsbrekku. Eivind í Gongini, sáli, átti húsini í nógvr ár, men nú hevur nýggjur eigari tikið húsini niður.
So koma vit til húsini, har Silja Brockie hevði handilin Vogue, og sysktini Eiler og Unn høvdu kiosk í fyrstu hæddini. Haldi við vist Mia ein systur við familju eisini búði í húsunum, tá flutti aftur til Føroya. Børnini Helen, Alistair og Jóhann vóru mangan at síggja í Konradsbrekku. Lítil søga er, at vit beiggjar skiftust um at fara heim á Meiaríið at keypa mjólk. Vit spann í hond og tvey krónu í lummanum fóru av Landavegnum og heim í býin. Ein litur av mjólk kostaði 90 oyru, so tá tveir litrar vóru komnir í spannina, gekk leiðin til kioskina hjá Eileri og Unn, har tú keypti tvær harðar lakridsstengur, sum kostaðu júst tjúgu oyru.

Vit koma so til húsini hjá Grími og Andreu á Dul, har húsini eisini blivu víðkað, so hvørt sum børnini gjørdust fleiri og eldri.. Synirnar Jógvan, Kristian og Árna kendu vit, har vóru eisini genturnar Bina, Agnas og Guðrið. Nærmasti granni omaneftir hjá Grími og teimum, vóru húsini hjá Tummas Juul og Helenu Mortensen, sum áttú tólv børn níggju dreingir og tríggjar gentur, sum øll komu at búgva í Føroyum. Minnist ikki foreldrini, men nógv børnunum vóru og eru kend andlit í Havn. Hetta var eitt eldri ættarlið enn vit, sum spældu í Konradsbrekku.
Høgrumein í myndini síggja vit húsini hjá Magnus og Liffy Arge Gregoriussen. Liffa hevði einaferð handil í húsinum, og eg meini Palli Gregoriussen búði einaferð har og nú ommubarn hjá Liffu og Magnusi. Húsini millum húsini hjá Gregoriussen og bakaríið í Horni, sum ikki er til meira, átti maður tey róptur Mikines Jógvan, men hesa familju kendist eg ikki við. Vit síggja eisini húsini, har matstovan Stjørnan hoyrdi til. Síggi fyr mær fyrst Leif Due Sørensen og seinni Kristian í Stjørnini reka Stjørnuna.
Søgan er áhugaverd har á leiðini, og hana kemur tú mangan at hugsa um, tá tú gongur fram við garðinum, sum er millum reyðu húsini hjá Súsannu Danielsen og Smiðjuna í Lítluvík. Hetta var garður, sum Niels N. Skaale laðaði um Skálatrøð, tá hann fyrst í 1800 – talinum fekk Skálatrøð burturav Húsagarði. Skálatrøð hevur sína søgu, nú er ætlanin at byggja Tjóðpall á staðnum, sum ikki longur er nøkur trøð, men parkeringsøkið. Hvussu hetta málið spælir av, er torført at spáa um. (Vagnur)