
Tá vit herfyri fóru at umvæla ein garð í garðinum, legði eg til merkis, hvussu stórir steinarnir vóru, sum ein maður ikki megnar at lyfta. Eg visti, at partur av “Stóragarði” sum einaferð varð laðaður um alla Havnina, var í okkara garði og mark við grannan. Kom eisini at hugsa um eina eldri mynd, sum eg sá í bók júst av somu gørðum. Hetta er mynd tikin langt fyri, at okkara hús vóru bygd í 1952. Og báðir umtalaðu garðarnir eru á myndini, men eisini tvey søgulig hús.
Húsini til høgru eru húsini, har Studni nú heldur til. Lærarin Oluf Skaalum í Realskúlanum, sum var føddur 1881, bygdi húsini. Í 1918 flytir Skaalum familjan til Danmarkar, og Jóanis í Stórustovu keypir húsini. Landið hevur alt, eg veit, átt húsini, og eg minnist væl, tá landsstýrismaðurin Eli Nolsøe við familju búði í húsunum, og tá landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal búði har. Í nógv ár var húsið búðstaður hjá næmingum, sum gingu í skúla í Hoydølum. Fyri nøkrum árum síðani vóru húsini høvuðsumvæld, og í dag heldur Studni til í vakra húsinum við Hoydalsvegin.
Tá eg í 1972 kom at búgva við Hoydalsvegin búði Esmar Fuglø og konan Ragnhild í húsunum til vinstru. Húsini, sum Jákup í Stórustovu bygdi í 1930 árunum, mugu hava verið valahús tá á døgum, tí vanligu húsini í Havn vóru smærri og høvdu annað vanligt snið. Í dag eigur Beinta Sørensen húsini. Umrøddi Jákup í Stórustovu var pápi Viggo í Stórustovu, og eg kendi frá Kyndli. Men aftur til Stóragarð.
Mær er sagt, at miðskeiðis í 1800 – talinum byrjaðu menn at laða høgan garð úr Válgaravík yvir við Strond og runt alla Havnina. Garðurin endaði í Sandagerði. Teir byrjaðu at laga garðin tríggjar alin høgan, men eftir eina tíð sóu teir, at garðurin var ov høgur, og arbeiðið gjørdist ov møtumikið, so teir minkaðu um hæddina niður í tvær alin. Um hetta mundið vóru nógvar traðir lagdar inn, og menn vildu laða høgan garð til tess at halda hagaseyðinum úti. Bara heilt fáir partar av Stóragarði eru at síggja, og áhugavert, at partur av Stóragarði júst er í okkara garði. (Vagnur)