
Tá eg ávegis til Kirkjubøar tók myndina av ælaboganum í Havnardali, kom eg at hugsa, um eg nakrantíð í míni skúlatíð hava lært nakað um ælabogan. Uttan iva havi eg tað, men nógv er farið í gloymskunar hav. Fert tú inn á Google og skrivar “regnbue”, er rúgvismikið tilfar at lesa um evnið. Áhugavert, at nógvar myndir eru úr Føroyum, hví so er, listi meg at vita, tí ælabogin má síggjast um allan knøttin. Ælabogi er ljóðfrøðiligt fyribrigdi á himmalinum.
Sólin rakar smáar vatndropar, tá sirmar ella regnar. Hesi vatndropar hava skapilsi næstan sum ein kúla, jú, minni dropin er, jú rundari gerst kúlan. Hesir dropar bróta ljósið eins og í eini ljóðfrøðiligari prismu í eini prosess. Harafturat skikkar innara síðan í dropanum seg sum ein spegil, sum kastar ljósið aftur í næstan sama rættning, sum ljósið kemur frá. Tí síggjast ælabogar altíð í rættningi frá sólini.
Ljósið, sum sólir sendir frá sær, inniheldur ljósbylgir við ymsum longdum. Hesar brótast og snarast í ymsum vinklum alt eftir bylgilongd. Og sjálvt um sólstrálirnar koma mestsum javnfjarðar inn í droparnar, so senda doparnir tær ymsu bylgilongdirnar aftur í ymsar rættningar. Bylgilongdirnar frá ljósinum svarar til tað, sum við uppliva sum litir á himmalinum. Reyði liturin hevur longst bylgjulong, meðan blátt og violett svarar til styttstu bylgjulong.
Raðfylgjan á litunum er fyrst reytt, síðani appilsingult, gult, grønt, turkis, blátt, indigo og violet. Hesar serligu litirnar fái eg ikki eyguni á, má eg siga. Tú kanst fara inn á Google og skriva “regnbue”, og har eru nógvar áhugaverdar myndir og tekningar av ælaboganum. Hesa løtuna fekk eg eitt sindur meira at vita um ælabogan, sum er so vakur at síggja á himmalinum. Tá eg fór úr bilinum og tók myndina av ælaboganum var turt. Men eitt sindur av disi má hava verið, tí annars sæst ælabogin ikki.
Tú sært á myndini, at landslagið hevur serligan lit. Uttan iva ger ælabogin sítt til, at ljósspælið í landslagnum broytist. Sólin var eisini frammi hesa løtuna. (Vagnur)