
Kyndil fyllir 60 ár 10. mars komandi, og í hesum sambandi havi eg leitað mær til Kirkjubøar at práta við ein av teimum, sum stovnaðu Kyndil, og sum var fyrsti málverji á kvinnuliðnum.Talan er um Elsu Patursson, fødd Poulsen, sum var í fyrstu nevndini hjá Kyndli og eisini kassameistari fyrstu trý árini. Í míni tíð sum hondbóltsspælari var besta manslið hjá Kyndli altíð í hásæti, men besta kvinnuliðið hjá Kyndli, sum nú í 2016 er í toppinum, var bara í millumbilum millum bestu liðini. Kyndilskvinnur vunnu fyrstu ferð FM-heitið í bestu deildini í 1964, og hesi 60 árini eru seks meistaraheiti vunnin, meðan menninir hava vunnið tretivu heiti.
Tá eg í góðveðrinum koyrdi til Kirkjubøar, reikaðu tankarnir um familjuna í Grið í Kinabrekkuni.
Eg visti frá ungum árum, at pápi Elsu í 1942 fórst við trolaranum Nýggjabergi úr Miðvági. Við trolaranum vóru 21 mans og teir sekstan vóru úr Miðvági. Teir fiskaðu undir Íslandi, men einki hoyrdist aftur hvørki so ella so. 36 ára gamli Hans Poulsen var ættaður úr Nólsoy og eftir hann sótu konan Guðrun og smábørnini Anna, Elsa, Ruth og Petur Hans. Elsa var tá bert fýra ára gomul. Guðrun giftist seinni við Erlandi Poulsen, eisini úr Nólsoy, og tey fingu sonin Páll.

Eg kom at hitta Elsa fyrstu ferð í 1963, tá eg sum trettan ára gamal stýrdi Sílinum. Vit vóru á jóansøku, og á lærbekki umborð á Sílinum sótu systrarnar Elsa og Ruth Poulsen. Tá í tíðini ballaðust rógvarar á stevnum, og eftir jóansøkuróðurin kom Elsa til mín og segði: Vit fara til gongu til Hvalbiar, og eg haldi, at tú ert ov ungur at vera ímillum hasar meira vaksnu dreingirnar. Vit gingu uppum til Hvalbiar og hildu til í summarhúsi hjá Martini Holm. Aftur til Tvøroyarar sótu vit í lastbili, sum koyrdi gjøgnum tunnilin, sum tá ikki var latin upp alment. Tað gjørdi tunnilin seinni í 1963 sum tann fyrsti í Føroyum.

Hugaligt at koma inn til Elsu í Kirkjubø, hetta vakra heimið, har nógvir veggir eru úr timbri og bjálkar undir loftinum. Og frálíka útsýnið úr køksvindeyganum oman í fjøruna og út í Hestfjørð. Sólin skein, tað hvíttaði í fjørðinum, ómetaliga vakurt hesa løtuna í veðurgóðu bygdini. Á veggunum í heiminum hingu nógvar familjumyndir, eldra ættarliðið kendi eg fleiri, men ikki tey flestu tólv ommubørnini hjá Elsu.
Tað serliga við Elsu er, at hon bleiv kyndilskvinna, tí hon var limur í Losjuni, har Kyndil er sprottin. Annars spældi eldra systirin Anna í Neistanum, og í nýggjari tíð spældu døtur Elsu, Guðrun og Bjørg, í Neistanum, har Guðrun spældi á besta liðnum í fleiri ár og eitt skifti var í nevndini. Elsa og maðurin Sverri, sáli, eiga børnini Sjúrð, sum er festari, Tórð, sum er nevndarlimur í Kyndli, og tær báðar Guðrun, sum býr í Kirkjubø, og Bjørg, sum býr í Vestmanna.

Tá eg spurdi Elsu, um trupulleikar hava verið millum børn og foreldur, tí summi eru neistafólk og onnur kyndilsfólk, so smíltist hon og vildi ikki rættilga svara. – Nei, tað helt hon ikki. Annars kann sigast, at systurdóttir Elsu eitur Sigrun Mikkelsen, kend neistakvinna, sum eisini var orsøkin til, at Guðrun og Bjørg endaðu í Neistanum. Nevnast kann eisini, at Petur Hans, beiggi Elsu, spældi linjuspælari í Kyndli í fleiri ár, og at systirin Ruth spældi eisini við Kyndli.
Eg havi kagað eitt sindur í bókina Bjartur er kyndilslogin til tess hyggja, hvussu gekst at fáa gongd í kvinnuhondbóltin í Kyndli í 1956. Har síggi eg, at kyndilskvinnur spældu fyrstu tvey árini í meðaldeildini, sum tað æt tá. Fyrsti dysturin var spældur 10. mai 1956 ímóti Neistanum júst tveir mánaðir eftir stovnanina. Ikki málríkur dystur, tí úrslitið gjørdist 1-1. Fyrsta dystin vunnu kyndilskvinnur á Vípuni av Sandi 27. mai 1956. Kyndil vann dystin 1-0. Mest áhugavert at fylgja kyndilskvinnunum er, at á liðnum vóru bara sjey spælarar eins og á øðrum liðum kring landið. Eingir útskiftarar.

Í 1964 vinna kyndilskvinnur fyrsta FM-heitið, og vert er at nevna, at hetta árið var Olga Frederiksen komin til Føroya. Olga var gift føroyskum manni og úrmælingur á vøllinum. Hon hevði jú spælt í bestu deildini í Danmark og spælt fýra landsdystir. Í kyndilsmálinum í 1964 stóð Elsa Patursson, og hon var frálíkur málverji eftir tátíðarmeti. Tá eg spyrji Elsu, hvussu leingi hon spældi hondbólt, sigur hon mær, at hon spældi fyrst frá 1956 til 1960, tá hon fór til Danmarkar at læra til tannteknikara.

Afturkomin til Føroya í 1962 fekk hon starv hjá Magnusi Jensen tannlækna og helt fram at spæla hondbólt til og við 1964. Elsa spældi hesi árini á nógvum bygdum kring landið, og vóru eisini boð eftir henni, tá Neistin skuldi til Noregs at spæla. Malvina á Dunga var við barn, so tey bóðu Elsu koma við. Tey vitjaðu eitt stað, tey róptu Aurskog. Elsa minnist, at Alfred Dahl, róptur beiggin, var ferðaleiðari. Frálík hondbóltsferð, sigur Elsa.

Ørindi míni í Kirkjubø vóru eisini, at Elsa evnaði til fyrsta maskottin hjá Kyndli, sum er til enn. Tá seymaðu kyndilskvinnur sjálvar sín leikbúna, og sjálvandi skuldi maskotturin eisini hava eins troyggju og spælararnir. Eftir góðan tíma takkaði eg Elsu fyri prátið og drekkamunnin. Vit tosaðu ikki bara um hondbólt, men tóku samanum ymist áhugavert og stuttligt frá lívsleiðini. Vit eru jú uppvaksin nærmast sum grannar við Landavegin.
Vit enda til stuttleika greinina at skriva, at ein ommudóttir Elsu, Magna Tórðardóttir, spælir við Kyndli, og tað var hon, sum skeyt sigursmálið ímóti Íslandi í U17 kappingini, sum var í Føroyum, og hon javnaði eisini ímóti Íslandi í Svøríki í European Open kappingini í 2014. (Vagnur Michelsen)
