
Má siga sum er, at eg øtaðist at síggja á in.fo, at Heini fær 5000 krónur í bót, tí hann segði nøkur heldur ósøgd orð eftir dyst. Eg haldi, at vit skulu minnast til, at orðini eru søgd eftir dyst, har spælari fær mikrofon stungna undir høkuna. Hetta vigar tungt í míni “sund fornuft” verð. Sjálvandi skal Heini ikki siga hesi orð, men vit, sum kenna Heina, kenna hansara besøgni. Skuldi Heini fingið eina revsing, so ein dag leikbann, og málið endaliga avgreitt.
Men nú kastar HSF bensin á bálið við at geva Heina 5000 krónur í bót, sum er heilt burturvið og er eindømi í okkara hondbóltssøgu. Føroyskur hondbóltur fer inn á eina nýggja kós, sum ikki er sædd áður og kann gerast ein glíðubreyt. Hvat skal so venjarin hava í bót, sum eftir steypafinalunar ákærdi dómararnir fyri stuldur, sum er nógv verri enn málið um Heina. Skal venjarin kanska fáa 10.000 krónur í bót. Og hvat við venjaranum, sum sáðar iva um trúvirði um Kringvarpð og brúkar orð sum pardískt. Hann fær kanska 2000 krónur í bót.
Eg haldi, at HSF í hesum málinum hevur gjørt stórt mistak, ja, eitt av teimum stóru. Ikki beri eg í bøtuflaka fyri Heina, men eg síggi hetta málið sum ein avleiðing av dómarastøðuni hjá føroyskum hondbólti. Vit hava ov fá A-dómarapør, sum døma alt ov nógvar dystir, og sum døma somu spælarar viku um viku. Komi at minnast um StÍF spælara, sum fyri nógvum árum síðani gav dómara fótin í reyvuna. Slíkt má hann ikki gera, men tá hevði hesin dómarin dømt flestu heimadystirnar hjá StÍF hetta árið og viðkomandi vorðin troyttur at síggja henda dómaran.
Havi í fleiri ár víst á, at vit mugu útvega fleiri A-dómarar, og at øll feløgini mugu vera partur í føroyskari døming og ikki sleppa at spæla fríspæl. Setir HSF ikki krøv til feløgini, so gerast spælarar og vit onnur ørkymlað. Vit hava eina landskapping í bestu deildunum sum má leggjast til rættist, at alt eftir nær dómarar eru tøkir. Hetta líkist ongum. Alt gott um dómarafelagið, men dómarafelagið kann ikki hála nýggjar A-dómarar upp úr hattinum. Tað skal HSF og harvið feløgini gera.
HSF skal eisini melda greitt út, hvat serliga venjarar kunnu loyva sær í fjølmiðlunum. Vit hava talufrælsi men undir ábyrgd. Tað, sum vit hava upplivað í sambandi við steypafinalurnar, hoyrir ongastaðni heima. Eisini haldi eg, at fólk, sum arbeiða innan HSF, skulu vera uttanveltað, tá talan um at úttala seg til fjølmiðlarnar. Ì løtuni hoyra vit mest til skrivstovufólkini, men lítið og einki frá formannin og fólkini í nevndini í HSF. Vit, sum skriva um hondbólt mugu vita, hvør er rætta røddin hjá HSF.er og sum hevur mynduleikan.
Tá alt omanfyri er sagt, so fer stór menning fram í HSF. Her hugsi eg um alt tað frálíka landsliðsarbeiði, sum er sett á skinnaran. U8 kappingarnar vóru stór frambrot, og steypafinalurnar eru altíð væl avgreiddar, har allir fjølmiðlar eru við. Og ikki gloyma steypafinalurnar fyri ungdómsliðini, sum eru upplivingar og minni fyri lívið. Men tíverri megna vit ikki at menna dømingina samsvarandi. Vil siga tað soleiðis, at vit vóru dómaraøkinum longri frammi á leið fyri tretivu árum síðani, tí tá høvdu vit í hvørfall fleiri A-dómarapør og uttanvelta døming í flestu førum. (Vagnur Michelsen)