
91 ára gamli pápabeiggin Vagn Erik Michelsen hevur búð á Tjarnargarði í ellivu ár. Á bróstinum í kamarinum hongur mynd av trolara, sum pápabeiggin ikki kann greiða frá, tí hann er dementur. Eg veit, at hann sum ungur var telegrafistur við trolaranum Jóannesi Paturssyni ein túr í Grønlandi. Nú ein dagin tók eg myndina av bróstinum og hugdi á baksíðuna, og har stendur skrivað: S/T Jóannes Patursson á heimferð úr Grønlandi í oktober mánað 1949. Tað vil siga fyri sjeyti árum síðani, og tá var Vagn Erik 22 ára gamal. Tú gjørdist forvitin og fór at kanna alt hetta nærri.
Vagn Erik arbeiddi langt lív á Telegrafstøðini, og eg minnist hann siga, at reiðaríið P/F Uvak í Havn hevði vent sær til Telegrafstøðina til tess at finna avloysara ein túr sum telegrafistur við Jóannesi Paturssyni, sum var tvey ára gamal nýggjur nýtíðar síðutrolari bygdur í Bretlandi. Veit einki um, at Vagn Erik hvørki var á floti ella annars royndi seg sum sjómann.
Minnist hann siga, hvussu nógv hann forvann teir tveir mánaðirnar umborð á Jóannesi Paturssyni, tí trolarin, sum millum manna var róptur “Bóndin” fiskaði væl. Vagn Erik skuldi arbeiða hálvt ár á Telegrafstøðini til tess at forvinna eins nógv og tveir mánaðir umborð á Jóannesi Paturssyni. Minnist eisini Vagn Erik siga, hvussu høgt hann virdi fiskimenninar, sum mest sum í øllum veðri eisini frostverði arbeiddu á dekinum undir opnum himli.

Tá eg sat við myndini í hondini uppi á Tjarnargarði, kom mær til hugs bókina Jól á Halanum, sum Óli Breckmann fyri tríati árum síðani skrivaði um skiparan Hans Paula Johannesen, sum var skipari umborð á Jóannesi Paturssyni. So í bókina at hyggja.
Føroyingar høvdu mist nógvar sluppir og trolarar undir seinna heimsbardaga, og eftir kríggið royndu menn at endurnýggja trolaraflotan, tí føroyingar høvdu keypt kolfýrdar og mangan útslitnar trolarar úr Bretlandi. Nú skuldi leggjast á annan bógv, men hetta kravdi stór fíggjarlig tøk.
P/F Uvak í Havn, Kjølbro í Klaksvík og Kristian Holm vóru beint eftir kríggi í samráðingum við bretar um at byggja tríggjar nýggjar oljufýrdar síðutrolarar, sum komu at eita Nóloyar Páll, Sjúrðarberg og Jóannes Patursson. Síggi, at Sjóvinnubankin fíggjar trolararnar úr Havn, og mett var, at hetta kom at hava stórt búskaparligt framstig fyri Føroyar.

Tað gekk væl fyrstu árini, men so kom Koreakríggið (1950-1953), og ringar tíður komu allastaðni í Europa og tí eisini í Føroyum. Gjaldførið fall í Bretlandi, og tí sluppu føroyingar ikki av við saltfiskin fyri nøktaðan kostnað. Koreakríggið førdi eisini til, at kolið, sum kostaði nítí krónur tonsi kostaði nú tað dupulta. Hetta toldi teir nógvu kolfýrdu føroysku trolararnir ikki, og tí komu teir í stórar fíggjarligar trupulleikar.
Sjóvinnubankin hevði jú fíggjað trolararnar og hevði uttan iva spent fíggjarbogan alt ov nógv og kom eisini í ringt gjaldføri, sum at enda førdi til, at bankin fór av knóranum. Tað stutta av tí langa var, at Sjóvinnubankin var noyddur at fáa selt Jóannes Patursson, sum endaði í Klaksvík hjá Kjøbro, og Nólsoyar Páll var seldur til Bretlands.
Síggi í bókini Jól á Halanum, at stór mannamúgva var niðri við sjóvarmálan í Havn, tá Jóannes Patursson 25. mai 1947 kom flaggskíddur nýggjur á Havnina, og fólk í Havn grótu so hjartaliga, tá trolarin fór av Havnini til Klaksvíkur. Stórur biti hjá havnarfólki at svølgja. (Vagnur)