
Tá 66 ára gamli skiparin á Ennibergi í 1956 flutti úr Skopun til Havnar, talaði einki fyri, at hann skuldi gerast ein av teimum heilt trúgvu B36 viðhaldsfólkum og eisini Manchester United fjeppari. At hann gjørdist skipari lá í kortinum, tí pápin Andrias Johannesen var skipari, og hugin til sjógvin fekk Sonni við móðurmjólkini. Men hvussu bleiv Sonni so góður við B36 og hevur stuðlað felagnum nógv bæði so og so? Eg havi verið uppi á brúnni á Ennibergi til tess at frætta um góða sambandið millum skiparan og B36, tí Sonni sjálvur hevur bara spælt eitt sindur av fótbólti sum smádrongur á grasfløtu úti í Grønlandi, har tey búðu. Og Sonni sigur:

– Familjan kom til Havnar úr Skopun í 1956 júst sum tann stóri Tórshavnar kommunskúlin var tikin í nýtslu. Eg kom í fyrsta flokk, men ikki gjørdist eg nakað stjørnuskot í skúlanum. Tá vóru næmingar býttir í flokkar eftir hvat teir dugdu, og eg kom at ganga í c-flokkinum.
– Í grannalagnum hjá okkum í Leivsgøtu vóru nógv, sum hildu við B36 og bara einstakir HB-arar. Minnist Bjarna Clementsen, sum ein av teimum. Tað vóru serliga synir Niels Holm Petersen, Kári, Torkil og Magnus róptur Maggi, sum vóru ágrýtnir B36-arar, og Maggi spældi jú á besta liðnum hjá B36. Í fylgi við teimum og øðrum kom eg sum smádrongur í Gundadal, og eg minnist, hvussu vakrar eg helt tær gomlu hvítu og svørtu B36-troyggjunar vóru. Ì mun til fólkatalið í Havn tá og nú, komu nógv fleiri áskoðarar í Gundadal í 1960-árunum.

-Tá barnaskúlin var liðugur fór eg til skips við Brandi Sigmundarsyni, har pápi mín Andrias var skipari. Hetta var 29. juni 1963. Brandur Sigmundarson kom til Føroya 17. mai 1960. Eg sigldi síðani nøkur ár, og fór so upp á skúla og fekk prógv sum stýrimaður í 1971 og prógv sum skipsførari í 1972.. Ì 1973 fór eg sum stýrimaður við pápa mínum til New Foundlands, og 27. september 1975 førdi eg fyrstu ferð trolara sum skipari. Hetta var umborð á Polarborg II úr Vági. Síðani 27. september 1975 og havi eg siglt sum skipari við trolara nú í 41 og eitt hálvt ár. Og framvegis dámar væl og kundi ikki hugsað mær annað betri arbeiði.

– Fyrstu árini til skips var ikki lætt at fylgja B36, tí túrarnir vóru langir og sambandið heim var ikki gott. Vit tosaðu kanska heim einar tríggjar ferðir um mánaðin, men so fingu vit bløðini sjálvandi nakað seinkað, har tú sá úrslit og støðurnar. Ì Grønlandi høvdu vit sambandi við Sjómansheimið í Føroyingahavnini hvønn sunnudag, tá vit vistu, at nú vóru dystirnir lidnir. Hetta syrgdi telegrafisturin fyri við sínum morsikynstri.
– Tá eg var heima, sá eg allar dystirnar hjá B36 eisini teir á bygd. Sámal beiggi mín, sum er giftur dóttir Mortan Mørk, hevði eisini stóran áhuga í fótbólti, og tá tú spyrt meg, hvørjum eg fylgdist við til dyst, so var tað Sámal og ikki at gloyma mín góða vin Petur Baldvinsson, sum eg havi kent síðani barnaárini.

– Tíðirnar broytast og eisini umborð á Ennibergi. Nú hevur manningin eins góðar umstøður at fylgja fótbólti og tey í landi. Vit lurta eftir útvaprinum og síggja 3-2 sendingina mánakvøld. Eg eri eisini meira heima nú, enn eg var á ungum árum. Kann nevna, at tað eina árið var eg burtur í 340 dagar, men hetta kemur ikki fyri longur. Eitt er B36, men eisini fylgi eg føroyska fótbóltslandsliðnum, og eisini og havi eg sæð onkran dyst uttanlands.

– Eg kann til stuttleika nevna, at tað var tilvild, at eg koma at halda við Manchester United. Vit vóru staddir í Esbjerg í 1965 og har sá Manchester og West Ham spæli í sjónvarpi, og tá spældi George Best og Bobby Charlon á United liðnum, sum vann dystin. Eg fall tá fyri hesum liði. Tá var einki sjónvarp í Føroyum, og hetta var fyrsti fótbóltsdystur, eg sá í sjónvarpi, sigur Sonni.

Tá eg sigi Sonna, at hjá B36 hevur ikki altíð gingist væl, síðani hann fór fyrstu ferð í Gundadal sum smádrongur, so smílist skiparin.
– Hetta er rætt, men eins í fiskivinnuni eru góðar tíðir og minni góðar tíðir, og soleiðis er eisini í fótbólti. Men tú mást ongantíð falla í fátt og heldur bretta upp um armar og gera tað betri. Seinnu árini hevur B36 vunnið fleiri meistaraheiti og spælt úti í Europa. B36 er eitt gott og væl rikið fótbóltsfelag, og hetta fegnist eg um, sigur Sonni at enda. Í seinni grein fari eg tosa við Sonna um lívið umborð á Ennibergi. (Vagnur Michelsen)
