Tá eg í vetur havi tosað við fólk á gøtuni um manshondbólt, hava tey flestu hildið fyri givið, at H71 vinnur meistaraheitið 2016. Gamaní, H71 vann steypafinaluna, men hyggja vit eftir gongdini hjá H71 síðani miðjan desember mánað í fjør, so hevur H71 veikleikar eins og hini liðini. H71 var best fyrireikað til landskappingina, og liðið var ósigrað heilt fram til 16. desember í fjør, tá H71 á Skála tapti fyri StíF. Síðan hevur H71 tapt dyst í Vestamanna og spælt javnleik ímóti Neistanum og nú mikudagin ímóti Kyndli. Havi hugt eitt sindur í støðuna, og hvørjir dystir eru eftir at spæla, nú vit eru um at enda triðja umfar í grundspælinum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 17 | 456 | 364 | 92 | 28 |
2 | VÍF | 16 | 426 | 407 | 19 | 21 |
3 | KÍF | 16 | 391 | 355 | 36 | 19 |
4 | Kyndil | 17 | 450 | 422 | 28 | 19 |
5 | StÍF | 16 | 413 | 410 | 3 | 15 |
6 | Neistin | 16 | 381 | 394 | -13 | 12 |
7 | Team Klaksvík | 16 | 368 | 533 | -165 | 0 |
Tá eg í vetur havi tosað við fólk á gøtuni um manshondbólt, hava tey flestu hildið fyri givið, at H71 vinnur meistaraheitið 2016. Gamaní, H71 vann steypafinaluna, men hyggja vit eftir gongdini hjá H71 síðani miðjan desember mánað í fjør, so hevur H71 veikleikar eins og hini liðini. H71 var best fyrireikað til landskappingina, og liðið var ósigrað heilt fram til 16. desember í fjør, tá H71 á Skála tapti fyri StíF. Síðan hevur H71 tapt dyst í Vestamanna og spælt javnleik ímóti Neistanum og nú mikudagin ímóti Kyndli. Havi hugt eitt sindur í støðuna, og hvørjir dystir eru eftir at spæla, nú vit eru um at enda triðja umfar í grundspælinum.
Allar fyrst hyggi eg eftir innanhýsis dystunum og harvið stigunum, tí alt talar fyri, at innanhýsis dystirnir kunnu gera av, hvat lið spælir ímóti H71 í FM-finalunum. Talan er um liðini VÍF, KÍF og Kyndil, sum fáa seinna FM-finaluplássið. Í innanhýsisdystum millum VÍF og Kyndil eru tríggir av fýra dystir spældir. Liðini hava vunnið hvønn sín dyst, og ein dystur endaði javnur. VÍF og KÍF hava spælt tveir dystir og vunnið hvør sin dyst, men so spæla VÌF-KÍF triðja dystin í Vestmanna tann 24. februar. Hesin dystur hevur stóran týdning fyri bæði liðini.
Nú tapti KÍF mikukvøldið fyri StÍF og snávaði eitt sindur í FM-stríðnum. Kyndil og KÍF hava spælt tríggjar dystir, har Kyndil hevur vunnið teir tveir og KÍF ein. Hetta eru so innanhýsisdystirnir, men tað mest áhugaverda um seinna FM-finaluplássið er, at innanhýsisdystirnir millum VÍF, Kyndil og KÍF eru bara ein partur av stríðnum. Dystirnir ímóti H71 eru eisini avgerandi, tí megnar tú at vinna dyst ímóti H71 ella bara fáa eitt stig, so er nógv vunnið. Og so kunnu serliga Neistin og StÍF spenna bein, tí bæði liðini er so mikið góð, at tá tey raka dagin, kunnut tey vinna á øllum liðunum.
Tí er eingin ivi um, at vit skulu heilt ímóti kappingarenda í grundspælinum til tess at finna seinna liðið í FM-finalunum. Longu mikukvøldið sóu vit nakrar ábendingar. H71 og Kyndil spældu javnleik í Hoyvík, og á kyndilsliðnum spældi ikki Josef, Finnur og Hørður, men skerda kyndilsliðið megnaði javnleik. KÍF tapir fyri StíF mikukvøldið, sum eisini boðar frá júst tí, eg skrivi omanfyri.
Ein dagin sat eg við teldunu og hugsaði um, at júst í mansdeildini í Føroyum áttu kanska fýra tey ovastu liðini spælt eitt millumspæl til tess at koma í FM-finalurnar Í Danmark spæla seks tey ovastu millumspæl, har nummar eitt møtir nummar seks og so framvegis. Men í Føroyum er bara seks og sjey lið í bestu deildunum, so núverandi skipanin man vera tað besta hóast alt.
Tá eg velji júst yvirskriftina omanfyri, er út frá dystunum um at koma í steypafinaluna og at hyggja í dómaraseðlarnar frá dystum síðani miðskeiðis í desember mánað. H71 var klárt besta liðið fyrrapart í grundspælinum, men nú eru fleiri av liðunum mestsum jøvn í styrki. (Vagnur Michelsen)