
Tá eg standi í stovuhurðini og hyggi oman á bygningin, har fyritøkurnar Dekoprint og Stokholm halda til, komi eg at hugsa um fleiri danir, sum í mínum ungdómsárum høvdu sett seg niður í Havn til tess at forvinna sær nakað av peningi. Hesir danir komu frá aðrari sølumentan, enn vit vóru von við í Føroyum. Teir tosaðu nógv, vóru mangan meira enn blíðir, og so kundu teir nøkur serlig sølukynstir til tess at fáa fólk at keypa júst frá teimum. Ein teirra var Gunnar Stokholm.

Í bókini Havn-fólk og yrki er stutt lýsing av Gunnari Stokholm, sum eg minnist væl. Var onkuntíð við mammu í handlinum, og eg minnist, at ein góður vetrarfrakki kostaði eina heila mánaðarløn, og Gunnar bjóðaði kundunum at keypa upp á “avbetaling”, sum tað kallaðist tá.
Gunnar Stokholm kom til Havnar í 1948. Fyrstu árini hevði hann lítla heilsølu í leigaðum høli í Jónas Broncks gøtu, men í 1950 flutti hann í húsini niðanfyri hjá okkum yvirav KFUM.
Gunnar kom til Føroya við nýggjari handilsmentan. Hann var tann fyrsti , sum hevði útsølu beinleiðis úr handlinum. Áðrenn lótu handilsfólk útsøluvøru til ein uppboðshaldara, sum fekk prosent av søluni. Hesar stóru uppboðsølur fóru vanliga fram í Klubbanum ella Tórshøll.
Gunnar Stokholm var eisini fyrsti handilsmaður, sum hevði tónleiki í handlinum, og hetta lýsti hann við í bløðunum. Í lýsinginum stóð: “De vil nyde den dæmpende musik i vores lokaler”.
Gunnar var eisini kendur fyri vælumtóktar mótaframsýningar, hann hevði á Hotel Føroyum. Eftir at hava handlað í Havn í 21 ár, stongdi handilin í 1969, og Gunnar flutti aftur til Danmarkar. Eg kann leggja aftrat, at í nógv ár áttu Heini og Jona Jacobsen í húsini. Heini í Kjøt, sum hann var róptur. Jona og mamma vóru vinkonur, og tí kom eg av og á í húsini. Turið dóttir Jonu og Heina sigur í viðmerking, at foreldrini lótu húsini byggja í 1948. (Vagnur)
