
Í grein í fjør skrivaði eg, at tað var keðiligt, at góður matur var blakaður í havið aftur. Tá hugsaði eg serliga um kjálkarnar, lippurnar og uggarnar, sum er fyrsta floks matur, og sum er torførur at fáa hendur á hjá fólkinum í landi. Og tá skiparin á Ennibergi Sonni Johannesen og eg í fyrru greinini vóru lidnir at práta um B36 og fótbólt, spurdi eg síðani Sonna, hvussu hann treivst umborð, tí hann er ikki longur nakar ársungi. Sonni smílist og sigur: – Eg føli meg væl, og kanska er drívmegin størri nú enn nakrantíð, sigur Sonni.

– Mær dámar væl sjólívið og ætli mær at sigla nøkur ár aftrat, men sjálvandi finni eg sjálvur hurðina. Vit prátaðu eisini um allan matin, sum teir á Ennibergi og hinir trolararnir blaka í havið aftur. Høvd, uggar og innvølir, sum kunnu geva pening. Men her er Sonni ógvuliga avgjørdur. – Hjá okkum loysir tað slett ikki at herberga høvdum, livur, rogn og annað í fiskinum, tí tað snøkt sagt ikki lønar seg. Hetta eru alt dreymar frá fólkum í landi, sum slett ikki kenna til veruleikan umborð á skipunum, sigur Sonni.
– Í Noregi keypa fiskakeyparar bløðkaðan heilan fisk, sum verður førdur til lands. Men hetta er døgngamal útróðrarfiskur, sum er fiskaður nær landi. Hjá okkum er báturin ikki bygdur til hesa veiðu, og klaksvíkingar gjørdu eisini eina roynd við nýggjum Skálabergi. Skjótt gjørdist teimum greitt, at henda veiða bar seg ikki, og hesin snotuligi trolarin var seldur aftur, og tey keyptu trolaran Gadus. Umborð á Ennibergi havi vit roynt at tikið rogn, men sluppu ikki av við tey.

– Skulu vit tildømis skilja innvølin og eisini frysta høvdini og annað í fiskinum, so krevst størri manning. Vøran skal frystast og pakkast, og eg kann nevna, at bara pakkitilfarið kostar 1,50 pr. kilo, og tá gerst undirskot, um vit ldømis ikki fáa meira enn 1,50 kr høvdini og annað í fiskinum. Enniberg og hinir trolararnir eru ikki bygdir til hesa veiðu. Og hvør sigur, at vit sleppa av henda fongin, tá alt kemur til alt?

– Enniberg er ein fyritøka, sum skal bera seg, so reiðarí, manning og landið fáa nakað burturúr. Tá eg hoyri fólk í fjølmiðlunum rópa upp um, at nú má allur fiskurin takast til lands, so kenni tey ikki veruleikan umborð á langfaratrolarunum. ? Høvdið er 23% av fiskinum, og tað sigur seg sjálvt, at tú fyllir ikki lastina við høvdum fyri 1,50 krónur kilo, tá tú kanst fylla lastina við flaki fyri 50 krónur kilo. Enniberg er ein fyritøka eins og aðrar fyritøkur í landi, og tað skal løna seg at hava Enniberg siglandi. So einfalt er tað, sigur Sonni, sum sigur mær, at einir 36-38 mans eru við Ennibergi hvønn túrin, og nógvir teir somu menninir hava siglt við Ennibergi í nógv ár. Nógvir ungir menn koma umborð til tess forvinna sær pening til víðari lestur.

– Manningin eru skipari, 1. stýrimaður og 2. stýrimaður. Síðani eru fimm maskinmenn, meistarin, 1. og 2. meistari og tveir smyrjarar, og tveir eru kokkarnir. Manningin gongur seks og seks tímar, og er nógvur fiskur, bróta menn vakt, men hetta er ikki krav. Maskinmenninir hava ábyrgdina av maskinrúminum, frystarínum og maskinunum á verksmiðjuni. Enniberg fekk nýggjan størri motor ísettan, og vit eru væl nøgdir við motorin, sum hevur størri tóvmegi enn gamli motorurin, sigur Sonni.

Tá eg at enda spyrji Sonna, hvat hann fær tíðina at ganga við, tá hann er í landi, sigur hann nakað soleiðis: – Eg havi altíð nógvar ætlanir, sum í fleiri førum ikki gerast til nakað, men so havi eg eitt hús í Elduvík, sum vit dáma okkum væl at koma í. Seinnu árini eri eg farin at seta niður epli bæði heima og í Elduvík, og hetta dámar mær ógvuliga væl. Eg royni at ganga túrar, tí vit mugu ansa eftir heilsuni, nú vit eru farin at eldast, sigur Sonni at enda.

Hesa løtuna kom 1. stýrimaðurin upp á brúnna, sum skuldi loysa av Sonna sum skipari. Manningin skuldi mynstra seinnapartin. Sonni skuldi vísa 1. stýrimanni okkurt í einum av nógvu tólunum á brúnni. Eg takkaði fyrikomandi og róliga skiparanum fyri prátið, tók síðani nakrar myndir, áðrenn eg fór í land.

Uppískoyti: Tá eg í morgun læs grein í Dimmalætting við yvirskrifini : Alt í land kundi givið 120 milliónir aftrat, so gjørdist mær greitt beinanvegin, at her vantaði nakað í greinini, tí einki stendur um kostnaðin fyri einstøku lidnu vørurnar, talan eru um at gagnnýta. Heldur ikki, hvussu nógv tað kostar í olju, nýggjum skipum og meira manning at fáa gagnnýtt høvd og innvølir. Tað tekur millum tvey og fýra samdøgur hjá Ennibergi at sigla á fiskileið, alt eftir hvussu langt norðuri skipið fiskar. Norðmenn fáa feskan innvøl í land, tolir hesin innvølur at frystast umborð á okkara skipum, ella skulu skipini flyta fiskin feskan til Føroya.

Eftir prátið við Sonna um at gagnnýta alla fiskin, er mær greitt, at trolaranir mugu skiftast út, og talan er tá um hundraðtals milliónir krónur. Og áðrenn kjølurin verður strektur, má finnast útav, um skipini sleppa av við vøruna, og hvør skal keypa. Klaksvíkingar gjørdu eina roynd við nýggjum Skálabergi, sum skjótt mátti seljast, tí skipið bar seg ikki. Haldi, at tað er so lætt hjá Magna Laksáfoss og øðrum at sleingja út talið 120 millónir krónur, tí hetta er bara eitt tal á skriviborðinum og frá fólki í landi. Trúgvi einki uppá, at hasar 120 milliónirnar nakrantíð gerast veruleiki. ( Vagnur Michelsen)
