
Hósdagin í næstu viku 10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og í hesum sambandi leggi eg prátið út á heimasíðuna, sum eg hevði við Hannis Jacobsen, sála, í mai mánað 2013. Á myndini omanfyri vil eg nevna serliga ein persón, sum í leiðsluligum høpi og kanska eitt sindur gloymdur, hevði ómetaliga nógv at siga fyri Kyndil. Tað er skilamaðurin Poli Jacobsen, sum millum annað slóðaði fyri at byggja høllina á Hálsi. Poli spældi ikki í so nógv ár, men hann var altíð har. Minnist serliga, tá Kyndil spældi allar teir nógvu Europa cup dystirnar á sinni, har Poli væl klæddur við stíli umboðaði Kyndil. Poli fór tíverri alt ov ungur, og Kyndil misti stóra eldsál. Prátið við Hannis Jacobsen, sála, kanst tú lesa niðanfyri. Eg kann nevna, at í árunum frá 1958 til og við 1977 vunnu kyndilsmenn seytjan meistaraheiti. Sig so tað.
Altíð havi eg vitað, at Hannis Jacobsen, Torbjørn Mikkelsen, sáli, Poli Jacobsen, sáli og Petur Sigurd Rasmussen spældu í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn teir vóru millum ungu fólkini í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956. Hannis havi eg altíð kent, síðani eg byrjaði at spæla hondbólt í 1963. Hannis var altíð har, hann sá allar dystir, og tað var hann, sum legði grundina til høgtølini í Kyndli, sum er fullfíggjað øll árini. Eg havi hitt trúgva og fyrikomandi kyndilsmannin, sum á ungum árum eisini var nevndarlimur í Neistanum, og sum umframt at vera við at vinna tólv meistaraheiti við Kyndli, eisini í tjúgu ár var skrivari í nevndini í felagnum. Hannis spældi mest linjuspælari og vongspælari.

Hannis Jacobsen og konan Myrna, sum eiga tríggjar døtur, búðu langt lív í húsum Hamarsgøta 1 nær Eysturskúlanum. Fyri nøkrum árunum síðani, tá ið børnini langt síðani vóru floygd, ætlaðu tey, eins og onnur eldri fólk mangan gera, at fáa sær íbúð, so tey sluppu undan at hugsa um at umvæla hús og halda urtagarð. Tey lótu húsini til eina av døtrunum, men tá ið íbúðin ikki var klár at flyta í, fluttu tey til Eiðis, har tey búðu í tvey ár. Leygardagin fór eg at vitja Hannis og Myrnu, sum búgva í góðari íbúð í Blómubrekku, og har tey hava trivist væl nú í fimm ár.
Ørindi míni vóru at hoyra Hannis siga frá, tá ið hann sum ungur drongur spældi í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn Kyndil varð stovnað. Og Hannis minnist við gleði aftur á hondbóltsárini í Neistanum.
– Tað var Poli Jacobsen, sáli, sum fekk meg at spæla hondbólt, tá var eg um fimta, sekstan ára gamal. Tá í tíðini vóru tað fótbóltsspælarar, sum høvdu hondbóltin aftrat fótbóltinum, og hondbóltuin kom altíð í aðru røð og ikki var nógv vant. Tá vóru eingi dreingjalið ella unglingalið. Neistin hevði eitt manslið í 1. deild og 2. deild, og eitt kvinnulið í 1. deild og 2. deild.

Eg havi ongantíð verið virkin fótbóltsspælari, men mær dámdi væl at spæla hondbólt. Minnist væl hondbóltsvøllin, sum var við síðuna av fótbóltsvøllinum út ímóti Havnará og nær HB-húsinum. Síðani kom nýggi grúsvøllurin beint eftir kríggið, vøllurin, sum seinni mátti dvína fyri svimjihøllini.
– Eg spældi bæði á besta og næstbesta liðnum hjá Neistanum, og vit spældu í Vestmanna, Sandavági, Tvøroyri, Vági og aðrastaðni. Vit vóru ikki nógvir til venjing, og vit vandu kanska tvær ferðir um vikuna, og spælarar vóru ikki nógvir. Poli og eg komu eisini í nevndina í Neistanum, og Elsa Horn var tá eisini ein av nevndarlimunum. Hvørjir spældu á neistaliðnum? Eg minnist millum annað eisini Hansemann Mikkelsen, Òlavur Lambá, Anders Hansen, Petur Sigurd Rasmussen, Petur Clementsen, Mortan Mørk, Kriss Guttesen, Torbjørn Mikkelsen, Poli Jacobsen bara at nevna nakrar.
– Eg kom nógv í Losjuna, og har fóru tey at tosa um at stovna hondbóltsfelag. Røddir vóru eisini ímóti ætlanini, men endin varð eftir nógvar fundir, at felagið Kyndil bleiv stovnað sum deild undir Ungdómsdeildini N.I.O.G.T í Havn. Ikki kann eg minnast, at tvídráttur var, at vit vóru nakrir, sum fóru úr Neistanum og í nýggja hondbóltsfelagi. Felagið fekk navnið Kyndil eftir blaði, sum Losjan gav út. Poli og eg fóru úr Neistanum í 1956 í nýstovnaða felagið Kyndil, meðan Torbjørn spældi eitt ár aftrat í Neistanum, og Petur Sigurd spældi eitt í ár við SÍF í Sandavági.
– Í tjúgu ár kom eg at vera skrivari í Kyndli ella rættari sagt nítjan ár, tí í eitt ár var eg vanligur nevndarlimur. Av tí at allir spælararnir høvdu tilknýti til Losjuna, var samanhaldið gott frá byrjan. Við góðum spælarum, sum komu úr Neistanum, fekk Kyndil góða byrjan og skjótt gekk, at vit vunnu fyrsta FM-heitið. Spælararnir kendust so mikið væl, at vit gingu í føðingardegi hvør hjá øðrum, so kyndilsliðið var sum stór familja.

– Tá ið tú spyrt meg um hagtølini, sum eru fullfíggjað øll árini, og sum komu tey væl við, tá ið 50 ára minnisritið Bjartur lýsir Kynilslogin skuldi skrivast. Eg byrjaði frá fyrsta degi at skriva úrslit og málskjúttar í eina lítla lummabók. Seinni vóru hagtølini flutt í aðra størri bók. Tá ið eg steðgaði við hagtølunum, tók Ansy Høghamar við, har eg slepti. Nú brúka tey ikki lummabók, sum eg gjørdi, men dómaraseðlarnar.
– Myrna og eg eiga tríggjar døtur, men bara tann eina dótturin hevur spælt nakað av hondbólti í Kyndli, men stuttligt at nevna, at abbadótturin Elin Stakksund spældi á besta kvinnuliði hjá Neistanum, og abbasonurin Ragnar Stakksund spældi øll barnaárini við Neistanum, so eg havi eisini hugt at nógvum dystum, tá abbabørnini spældu í bláum troyggjum, sigur Hannis at enda við einum smíli.

Nógvar eru hondbóltsmyndirnar, Hannis hevur í myndabókum. Millum annað lándi eg mynd av Hannis á neistabúna, mynd tikin av honum eftir steypadyst í Sandavági. Hannis arbeiddi nógv ár hjá Frants Restorff, men seinni arbeiddi hann nógv ár sum leiðari á Bókamiðsøluni. Hannis er føddur í 1935 og er 78 ára gamal. Hann spældi á besta liðnum hjá Kyndli til í 1972, og hann vann tólv ferðir FM-heitið í bestu deildini.
Fyri 10. mars 1956 tá ið Kyndil bleiv stovnað, var bara eitt hondbóltsfelag í høvuðsstaðnum, men nú 57 ár seinni eru fýra hondbóltsfeløg í býnum: Neistin, Kyndil, H71 og nýggjasta felagið ÍA á Argjum. Í Tórshavnar kommunu búgva umleið 20.000 fólk, sum eisini umfatar Kollafjørður, og har hava vit hondbóltsfelagið KÍF. Høvuðsstaðurin er nógv vaksin seinastu trýss árini, tí er natúrligt, at fleiri hondbóltsfeløg koma undan kava. Og tey eru sjálvandi øll vælkomin í hondbóltsfamiljuna í Føroyum. (Vagnur)