Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all 1082 articles
Browse latest View live

Róðrarnir á eystanstevnu vóru eisini væl úr hondum greiddir

$
0
0
Bragd og Bragd? Teir umborð á Orminum eru nógv best fyri, og tað, sum teir mistu í startinum, vunnu teir aftur í endanum. (Mynd Hvannrók)

Tá eg leygardag hugdi at kappróðrunum í Kringvarpinum, legði meg allar fyrst eftir at fylgja við, hvussu ymist bátarnir startaðu. Og her er himmalvíður munur. Summir bátar koma slett ikki avstað, meðan aðrir leggja seg klárt á odda við upp til hálva bátslongd eftir fáum tøkum fyri síðani at halda leiðsluna ella missa flogið eftir stuttari tíð. Trý dømi fari eg at nevna hesaferð. Torført at taka myndirnar á eystanstevnu, tí fjarstøðan er so lang frá myndatólinum út til bátarnar. 

Síggi á in.fo, at Ormurin framdi eitt bragd á eystanstevnu, tí hann eftir vánaligan start tó megnaði at vinna róðurin. Áhugavert at síggja, hvussu hetta var gjørt og at fylgja bátinum inn eftir.

Í míni verð er hetta slett ikki eitt bragd, tí Ormurin hevur víst á norðoyastevnu og á sundalagsstevnu, at báturin er nógv betri enn hinar manningarnar. Og fjarstøðan, sum Ormurin vann aftur á eystanstevna, var júst fjarstøðan, sum teir vóru frammanfyri hinar bátarnar á hinum báðum stevnunum. So teir hava róð eins væl og við somu ferð á øllum trimum á stevnum.

Hitti leygarmorgunin rógvara umborð á Orminum og spurdi hann, hví teir júst í summar eru so stinnir og rógva so væl. Ì fjør gekk eisini væl á summum stevnum, har teir millum annað skiftu bát á hálvari leið og vunnu og taptu við honum. Og rógvari segði í stuttum soleiðis:

– Í ár hava vit fasta manning, meðan vit í fjør skiftu fólk vegna skaða, og onkur rógvari skuldi okkurt annað. Tað sýnist, sum meira róð er í bátinum, og so skal eisini sigast, at vit hava nýggjan bát, segði rógvari við einum smíli.

Jallurin leggur altíð hart út og hesuferð eydnaðist at halda tørn alla vegin. (Mynd Hvannrók)

Fara vit til dreingjaróðurin, so hendi júst tað, sum eg við HR brillum var bangin fyri. Jallurin legði ógvuliga hart út báðar fyrstu stevnurnar, men megnaði ikki at halda tørn seinast í róðrinum, og Drekin fór við sigrinum.

Á eystanstevnu løgdu teir eisini hart út og fingu nógv besta startin. Men hesuferð mistu teir ikki leiðsluni, sjálvt um Drekin var um at taka Jallin á mállinjuni. Eingin ivi eru um, at skulu hvítu bátarnir gera sær vónir at vinna næstu ferð á Jallinum, so nyttar einki at missa hálva til heila bátslongd í startinum. Ovurfegnir vóru Jalladreingirnir eftir sigurin á eystanstevnu.

Falkur fekk besta startin og Drekin ringasta startin. Blikur vann enn einaferð, og Falkur nummar tvey og Drekin nummar trý. (Mynd Hvannók)

Triðja dømi er Falkurin við gentum, sum leyp avstað, meðan tildømis Drekin, sum bleiv nummar trý, var aftanfyri í startinum heilari bátslongd eftir fáum tøkum. Her hendi so tað, at Falkurin megnaði at halda tørn og vann sær silvurheiðursmerkini, meðan Tambar ikki megnaði at fylgja við í endaspurtinum og gjørdist nummar fýra. Blikur vann óhugaverda róðurin.

Árnfirðingur var ikki eins stinnur og á sundalagsstevnu, og Argjabátuirin vann tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Tá tað kom óvart á fólk kanppliga at síggja 8-mannafarið Nevið Reyða á Skálafjørðinum og ongan Ørv. Frásøgufólkini boðaðu frá, at manningin umborð á Ørvi vildu royna annan bát, sjálvt um Ørvur er nýggjur bátur.

Her má sigast, at royndin miseydnaðist, tí í sekundum var Nevið Reyða eins langt frá Árnfirðingi og Argjabátinum sum Ørvur var á sundalagsstevnu. Hetta við at skifta bát og kolldøma bát hava vit upplivað óteljandi ferðir í føroyskum kappróðri. Vit upplivdi tað við jú í fjør við Orminum, og Tofta Regini, sum vann meistaraheitið við bátinum, sum tey í Havnar Róðrarfelag høvdu kolldømt.

Vit áttu kanska at lagt 5-mannaførini við kvinnum og 6-mannaførini við kvinnum saman. Ikki áhugaverdur róður, har Sølmundur er nógv best. (Mynd Hvannrók)

Sum 6-mannafarsróðurin við kvinnum er óáhugaður. Sølmundur og Ormurin eru dømi um, at tú savnar royndar góðar rógvarar í sama bát, sjálvt um manningarnar ikki hava tað stóra tilknýti til felagið. Frálíkir rógvarar, men vit megna ikki í Føroyum at manna nógvar slíkar bátar, tí úrvalið av rógvarum og serliga kvinnurógvarum er avmarkað. Eg vil siga, at kvinnurnar umborð á Sølmundi eru úrvalsrógvarar, sum rógva ómetaliga væl

Vit hoyra ikki nógv um skaddar rógvarar í fjølmiðlunum, men tað eru fleiri skaddir rógvarar. Og missir tú rógvara í róðrarárinum vegna skaða, so er torført at fá eins góðan rógvarar í somu venjing.

Erla Kongsdóttir vinnur enn einaferð við Sílinum nummar tvey og Teistanum nummar trý. Men hvar er Jallurin? (Mynd Hvannrók)

Tær eru drúgvar kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir, sum ikki fekk so góðan start. Áhugavert at síggja Sílið, Teistan og Erlu Kongsdóttir eina løtu stavn um stavn, men seinast í róðrinum megnaðu Sílið og Teistin ikki at fylgja Erlu Kongsdóttir. Tað kemur heilt óvart á okkum nógvu, at Jallurin soleiðis hevur mist flogið og ikki endurvinnur meistaraheitið frá í fjør. Jallurin datt aftur á fjórða plássið og kundi slett ikk bjóða av.

Frálíkur róður 6-mannafør við monnum, har styttri og styttri er fram til Páll Fagna, sum vann fyri triðju ferð í summar. (Mynd Hvannrók)

6-mannafarsróðurin við monnum var áhugaverdur, og nú styttist enn meira millum Páll Fanga og Gongurólv, sum saman við Rádna fingu besta startin. Løgið at síggja, at teir umborð á Gongurólvi sýnast at hvíla seg eina løtu og lata Páll Fanga minka um frástøðuna í fáum tøkum og fara framum, fyri síðani at rógva frálíkan endaspurt. Haldi eisini, at Rádni hesaferð var nógv betur fyri.

Barnaróðrarnir eru torførir at umrøða, men higar til eru somu vinnarar. Firvaldur av Tvøroyri við gentum og Fiskurin úr Vági við drengjum. (Vagnur)´

Tær eru stinnar umborð á Firvaldi 5-mannafar við gentum barnaróður. Ørnin er nummar tvey og Knúkur nummar trý. (Mynd Hvannrók)
Barnaróður við dreingjum, har Fiskurin vinnur enn einaferð. Ternan nummar tvey og Fípan Fagra nummar trý. (Mynd Hvannrók)

 


Svanur vitjar í Føroyum um várið ávegis til Íslands at reiðrast

$
0
0
Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)
Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Eg kom fram á myndir av nøkrum svanum, sum eg tók fyri nøkrum árum síðani á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. Fjúrtan svanir svumu og leitaðu eftir føði á vøtnunum henda dagin. Tað, sum vit kenna til svan í Havn, eru veingjaskerdu svanirnir á sinni í Plantajuni. Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnir vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini.

Svanur er ótrúliga prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir.

Mynd tikin í 2015. (Mynd Vagnur)
Mynd tikin í 2015. (Mynd Vagnur)

Svanur eigur annars í Íslandi og øðrum kuldalondum. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands, har hann ger sær reiður av sevi og mosa digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til enda verður tað ein túgva. Svanur er so ráðaríkur og harðsintur, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið. Makarnir halda væl saman og eru umhugsnir fyri ungunum, sum teir ikki lata úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.

Meðan bøgan vermir, situr steggin uttan og syngur. Um heystið síggjast aftur svanir á okkara leiðum aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum. Tá kunnu teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum. Gamli fuglurin hevur hevur gult og svart nev, meðan ungfuglurin hevur meira ljósareyt nev við dimmum oddi. Eg tosaði tá við eina konu í Hoydølum, sum segði mær, at eitt svanapar fleyg í løtuni omanfyri har á leiðini, men tey vistu ikki, hvar svanaparið helt til. Svanur er sæddur á Hoyvíkstjørn, segði konan  mær. (Vagnur)

Henda dagin vóru fjúrtan svanir á Mjáuvøtnum: (Mynd Vagnur)
Henda dagin vóru fjúrtan svanir á Mjáuvøtnum: (Mynd Vagnur)

Hvussu leingi heldur núverandi gulltíð fram í Føroyum?

$
0
0
Tey bróta niður húsini hjá Fótbóltssambandinum. FIFA gjaldir part av arbeiðinum, men kommunan skal eisini av við nógvar milliónir krónur. (Mynd Vagnur)

Prátar tú við føroyingar, sum eru heima summarfrí, hava fleiri á máli, hvussu alt í løtuni blómar serliga í Havn. Stórar maskinur standa á hvørjum gøtuhorni í høvuðsstaðnum. Glasir, skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, nýggja havnarlagið, Tórsvøllur, og størri og smærri útstykkingar bara at nevna nøkur øki úr skjáttuni. Ja, nógvir privatbilar eru nú vorðnir so stórir og kostnaðarmiklir, at teir rúma ikki í parkeringbásarnar. Kom fram við Tórsvølli fyrrapartin, har tey bróta niður húsið hjá Fótbóltssambandinum. Hugsaði eina løtu um hundraðtals milliónirnar, ja, milliardirnar sum í løtuni fossa niður í høvuðsstaðin.

Hugsaði eisini, hví tíðirnar í Føroyum eru so góðar, at sjálvt um Havnin mest sum onga útflutningsvinnu hevur, so letur seg alt gera í høvuðsstaðnum. Hundaðtals útlendskir arbeiðsmenn/handverkarar arbeiða í Havn. Hevur laksaalingin, uppsjóvarvinnan og fiskivinnan annars so mikið stórar ringvirkningar, at høvuðsstaðurin fær so stóran ágóða av øllum hesum. Søgan sigur okkum, at gulltíðin endar einaferð. Brennievnið kostar meir og meir, og inntøkurnar minka eitt sindur bæði hjá uppsjóvarvinnuni og alivinnuni. Rentan er framvegis lág. Spennandi, nær fer at venda, tí núverandi gulltíð heldur ikki fram í allar ævir. Hvussu telva vit so. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Nýtt flakavirki kemur uttan iva ongantíð aftur í Havn

$
0
0
Nógv arbeiði var á Vestaru bryggju í mínum ungdómsárum. Teir landa trolaran Mýling. 

Mest sum hvønn dag gongur leiðin oman á Vestaru bryggju, og har er altíð okkurt áhugavert at síggja. Vit búðu uppi við Landavegin, men spæliplássið hjá okkum var heilt oman til sjóvarmálan. Nógv virksemið var á Vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Og Saltsølan er vorðin skúli hjá næmingum, sum ganga á Fróðskaparsetrinum. Søgan um fiskivinnuna í Havn er áhugaverd men eisini dapur. 

Mýlingur landar. Nógvir hvalbingar sigldu við Mýlingi.

Tað var tann tíð, tá ið nýggju skipini hjá Akseli Hansen komu flaggskrýdd inn um Molan. Fyrst línubátarnir Brestir og Beinir, síðani trolararnir Magnus Heinason og Brandur Sigmundarsson, og seinni  Brestir og Beinir. Føroyar komu í stóra kreppa fyrst í 1990-árunum, og í 1992 steðgaði Bacalao øllum virkseminum. Fiskurin minkaði heilt nógv, og tí hekk ikki saman fíggjarliga. Alt ov nógv fiskavirki vóru eisini í Føroyum um hetta mundið, og fiskur var ikki til øll umleið tjúgu fiskavirkini kring landið.

Bacalao tók ímóti 12.000 til 15.000 tons um árið.

Samtakið Føroya fiskavirking var stovnað, sum yvirtók øll virkini, men fiskur var bara til eini níggju virki, og hini stóðu tóm og óvirkin. Løgið at hugsað sær, at bæði Bacalao og Kósin tóku okkurt árið ímóti 15.000 tonsum av fiski undan Føroyum. Dapra síðan var eisini, at nógvur studningur var í føroysku fiskivinnuni, og talan var um hálva milliard krónur okkurt árið. Henda gongdin kundi ikki halda fram. Fiskavirking stegðaði øllum virkseminum í 2011, og tá lat flakavirkið á Vestaru bryggju eisini aftur.

Flakið verður pakkað í eskur og síðani fryst.

Eingin fiskaframleiðsla er nú á Vestaru bryggju, tó landinginarmiðstøðu. Fiskur verður landaður og flokkaður í ymsar støddir fyri síðani at vera fluttur til fiskavirki kring landið. Ì dag eru í Føroyum bara tvey stór flakavirki í Klaksvík og Runavík og síðani nøkur smá flakavirki og saltfiskavirki. Eingin studningur er longur í fiskivinnuni.

Nógvar ungar kvinnur arbeiddu á Bacalao. Summar í styttri tiðarskeið, áðrenn tær fóru undir víðari lestur.

Mangan hoyra vit býráðspolitikarar í Havn ynskja at fáa flakavirkið á Vestaru bryggju latið uppaftur, men hetta fara vit ikki at síggj næstu nógvu árini, ja, kanska ongantíð. Allar flakamaskinurnar eru seldar av landinum, og bygningur er ikki egnaður til nýtímans flakavirki, so einafalt er tað. Havnini hevur heldur ikki nóg nógv skip til tess at landa nóg mikið av fiski til møguligt flakavirki.

Tær kílaskera og reinsa fløkini, áðrenn tey vera pakkað og fryst.

Bacalao varð stovnað í 1952, og øll árini var Aksel Hansen stjóri. Okkurt árið tók fyritøkan ímóti 15.000 tonsum av fiski. Umframt, at fiskurin varð skorin til flak í flakamaskinum, var saltfiskur frá trolarum vaskaður og turkaður í turkikanalum. Klippfiskurin varð tá útfluttur serliga til Brasil og Spania. Virksemið hjá Bacalao er ikki til longur, og trolararnir vóru seldir til Sørvágs. Seinni helt Fiskavirkin til í bygningunum, men fyritøkan gavst sum sagt í 2011.

Avhøvdinarmaskin og flakamaskinurnar hoyrdist væl. Hoyrir fyri mær henda skríggjandi ljóðin, sum hoyrdist um alt økið. .

Seinast í 1980-árunum var eg farloyvi sum lærari og arbeiddi eitt ár á Bacala0, har eg arbeiddi á frystigoymsluni. Hetta skuldi gera áhugavert ár, sum var ógvuliga krevjandi, tí tað var ikki sum at siga tað at koyra við opnum trukkum langar dagar inn og út úr frystirúmunum. Krøvini til trukkarnar vóru tá ikki eins og tey nú eru. Øðrvís var at ganga millum arbeiðsfólkini á Bacalao og millum lærarar og næmingar á Eysturskúlunum.

Her verður frystur fiskur pakkaður.

Minnist, at vit avskipaðu fyri tað mesta tíðliga fríggjamorgun. Skip frá Skipafelagnum Føroyum lág við bryggjuna, og tá frystigoymslan var á aðru hædd, skuldu allir plattarnir við frysta fiskinum fyrst koyrast út rampa á aðru hædd, og so takast niður á bryggjuna við trukki. Sagt var tá, at mesta av fiskinum fór til Týsklands.

Maskina skilir sundur smáa flatfiskin í ymsar støddir.

Tá eg arbeiddi á Bacalao, høvdu tey júst sett upp góðskingarvirki, sum framleiddi fiskafingarar. Smøl fiskastykki fóru fyrst eftir bandi í hvíta vesku fyri síðani at vera raspa og fryst. Gróðskingarvirkið steðgaði framleiðsluna eftir nøkrum árum.

Stóri toskur var manga flaktur og saltaður.

Seinast í 1980-árunum avreiddu nógvir trolarar til Bacalao millum annað Mýlingur, Brestir, Froyur og Research, sum hoyrdu til virkið, Síggi eisini fyri mær línubátin Váðastein og trolbátin Báruna, me so vóru eisini nógvir útróðrarbátar og 40-60 tonsarar, sum um summari trolaðu á landleiðini eftir flatfiski. Nógv av hesum fiski var flaktur við hond, og tað var áhugavert at síggja, hvussu kringir menn vóru við knívinum. Jógvan Páll Joensen hevur givið mær loyvi at brúkt frálíku myndirnar. (Vagnur)

Sum teir vóru kringir við knívinum at skera flatfiskin.

 

Viðmerkingar

Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

$
0
0
Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Inga Haraldsen, Ingibjørg Mikkelsen, Frida Holm Petersen, ?, ?
Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Bodil Wardum, Inga Haraldsen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg Mikkelsen, Hilda Norðfoss og Josefina av Reyni.

Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at fáa sálarliga hjálp, tí eingin slík hjálp var tá at fáa í Føroyum. Hon var burturi frá 1963 til 1970. Afturkomin til Føroya gjørdist hon við tíðini frísk, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at svimjikonurnar gjørdust ein sálartryggleiki hjá mammu. Og mamma sigur, at hon hevur nógv at takka svimjikonunum fyri.

Vinkona mammu, Jona Jacobsen, rópt Jona í Kjøt tók stig at fáa mammu aftur út millum fólk. Tá Jona var ein av svimjikonunum, eydnaðist henni at fáa mammu at svimja, og mamma gjørdist ein av svimjikonunum í fjøruti ár. Mamma var viknað nakað kropsliga eftir sjúkraleguna, men svimjingin broytti skjótt kropsliga førleikan.  Mamma greiðir soleiðis frá: – Tað er rætt, sum tú sigur, at Jona fekk meg at svimja fyrst í 1970 árunum. Hetta var í uttandura svimjihylinum í Gundadali. Eg var frá fyrsta degi væl móttikin av svimjikonunum. Vit svumu allar dagar í viku uttan leygardag og sunnudag.

Svimjikonurnar í 1973. Frá vinstru:
Svimjikonurnar í 1973. Frá vinstru: Fremst f.v: Nicolina Jensen, Ingibjørg Mikkelsen, Elsa av Reyni, Karin Brattaberg, Sigga Olsen, Jórun Danielsen. Uttast til vinstru: Greta Midjord, Bodil Wardum, Begga Justinussen, Emmly Nielsen, Rakul Hansen, Ása Michelsen, Anna Egholm, Frida H. Petersen, Guðrun Rubeksen, Helena Poulsen og Jona Jacobsen.

– Fyrstu tíðina kom Jona eftir mær í bili sínum, men so helt eg, at eg átti at gingið báðar vegir. Hetta var partur av venjingini. Vit búðu við Landavegin, og Frida Holm Petersen og Ingibjørg Mikkelsen búðu í Grønlandi. Og tá tær gingu, kom eg at fylgdist við teimum. Svimjikonurnar vóru tá einar tíggju tólv í tali, og eg komi løtuni í tankar um Bodil Wardum, Elsu av Reyni og Josefinu av Reyni, Ingu Haraldsen, Siggu Olsen, Ruth Kjeld, Guðruna Rubeksen, Ásu Vágsheygg, Jenny Kragesteen. Minnist ikki fleiri beint nú. Við tíðini blivu svimjikonurnar fleiri, ja, tær nærkaðust teimum fjøruti, tá útferð skuldi gerast ella onkur hevði førðingardag.

– Eg minnist við gleði aftur á tíðina í uttandura svimjihylinum. Eftir svimjingina komu vit á gólvið hjá hvørji aðrari til kaffimunn, og serliga var eg mangan inni hjá Bodil Wardum. Eg kom eisini at hava tætt samband við Josefinu av Reyni og Elsu av Reyni, har vit eisini vóru. Svimjikonurnar vóru altíð í góðum lag, og eg gleddi meg hvønn morgun at svimja. Annars lærdi eg at svimja í Sandagerði og svam í ymsum hyljum í Sandá. Einaferð svam eg sum ung um Hvannasund. Abbi og omma búðu í Norðdepli. Í Sandagerði gekk fyri seg á tann hátt, at vit vassaðu so langt út, so vit flutu, og tá kom alt av sær sjálvum, sigur mamma.

Fremst f.v: Frida Holm Petersen, Gulli Fonsdal, Elly Thomsen, Guðrun Rubeksen og Ása Michelsen. Miðan f. v: Brynhild Arge, Jenny Kragesteen, Valdis, Anreasen og Petrina Dam. Aftast f. v: Anna á Argjaboða og ?.
Svimjikonur í svimjihøllini í Gundadali. Fremst f.v: Frida Holm Petersen, Gulli Fonsdal, Elly Thomsen, Gudrun Rubeksen og Ása Michelsen. Miðan f. v: Brynhild Arge, Jenny Kragesteen, Valdis, Anreasen og Petrina Dam.og Sigga Olsen. Aftast f. v: Anna á Argjaboða og Tóna.

Sjálvur minnist er leivdirnar av svimjihylinum, sum var bygdur í Gundadali í 1930 og latin aftur í 1949. Síggi fyri mær tóma hylin og skiftinarrúmini úr timbri. Mamma og eg komu eisini at tosa um henda hylin.- Eg svam mangan í hylinum, og eg minnist serliga hending, tá systir mín Annadukka lærdi ungfólk í Havn at svimja “crawl”. Vit svumu bara bringusvimjin. Annadukka hevði verið á ítróttaskúla í Danmark.

– Eg byrjaði sum sagt at svimja miðvíst saman við svimjikonunum fyrst í 1970 árunum, og tann dagin eg fylti 92 ár, helt eg, at nú var nokk. Seinnu árini svam eg tríggjar ferðir um vikuna mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun 500 metrar hvønn dag. Umframt at vera í føðingardegi hjá svimjikonum, gjørdu vit eisini ymsar útferðir bæði í Føroyum og uttanlands. Einaferð fóru vit longu leiðina til Rhodos, sum gjørdist minnilig  ferð.

Svimjikonurnar eru í 80 ára føðingardegi hjá mammu í 1998.
Svimjikonurnar eru í 80 ára føðingardegi hjá mammu í 1998. Fremst f.v: Sunniva Kallsberg, Jonna Bærentsen, Sigga Olsen, Petrina Dam og Ninna Dam. Nummar tvey rekkja f.v. Begga Justinussen, Ása Michelsen,Ingibjørg Mikkelsen, Ása Vágsheygg, Jórun Isholm, Marsanna Debes og Valdis Andreasen. Standandi triðja rekkja frá vinstru: Nicolina Jensen, Sólveig Dam, Heidi Dam, Gulli Fonsdal, Poula Dam, Ruth Jensen, Gudrun Rubeksen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg, Esther Sørensen, Jenny Kragesteen, Emmly, Esther Drewsen og Ruth Kjeld. Aftast f.v: Diddan Balle, Anna Egholm, Anna Akraberg Poulseln, Kamma Debes, Snæbjørg Ørvarodd og Jona ?.

– Sum árini gingu fullu svimjikonur frá og aðrar komu til, og nógvar av svimjikonunum frá tíðini í uttandurahylinum, eru farnar. Eingin ivi er um, at orsøkin, at eg kom fyri meg aftur fyrst í 1970-árunum, kann eg takka svimjikonunum fyri. Allar vóru hjálpsamar, í góðum lag og settu ongan uttanfyri. Eg havi bara góð minni sum svimjikona í fjørtu ár, sigur mamma at enda. Mamma býr sum áður sagt á Ellisheiminum og fyllir 97 ár 16.juni.

Eg kann til stuttleika nevna tveir hendingar, sum vísa, hvussu nógv svimjining hevði fyri mammu. Fyri nú nógvum árum síðani var hon í Danmark og vitjaði systir mína og ommubørnini. Eina náttina fekk hon “tarmslyng” og endaði á sjúkrahúsi. Støðan var so hættislig, at tarmur mátti leggjast út gjøgnum síðuna. Komin aftur til Føroya, vildu hon hava alt lagt á pláss aftur. Læknarnir hildu, at hjartað ikki toldi væl fulla narkosu og bóðu mammu royna at liva við núverandi støðu. Men hon helt upp á sítt. Eg minnist kvøldið fyri skurðviðgerðina, tá hon segði okkum: Vakni eg ikki aftur, so havi eg valt tað sjálv. Eg vil niðan at svimja aftur. Skurðviðgerðin gekk væl, og hon gjørdist aftur ein av svimjikonunum.

Seinast myndin mamma hevur av svimjikonunum.
Svimjikonurnar 20.12. 2007. Standandi frá vinstru: Torgunn Kragesteen, Ásfríð Karbech Mouritsen, Esther Drewsen, Brynhild Arge, Eyðbjørg Kass, Maria Olsen, Ása Justinussen, Frida Holm Petersen, Sólvá Dam, Tórhild Justinussen, Ása Michelsen, Sigga Olsen, Jonna Olsen, Sunnvá Kallsberg, Greta Midjord og Gulli Fonsdal. Húkandi frá vinstru: Elin Lindenskov, Kristina Christiansen, Anna á Argjaboða, Dania Andreassen, Jonna Bærentsen, Jenny Kragesteen, Esther Sørensen, Vígdis Andreasen og Petrina Dam

Nakað seinni datt hon og breyt okkurt í øðrum knænum, so hon ikki fekk svomið. Hvat gjørdu hon. Fór norður til Jákup Peteresen í Klaksvík og fekk nýtt knæ. Hon var fýra vikur á Hvíldarheiminum, og so niðan aftur í svimjihylin til svimjikonurnar. Nýggja knæið merkti hon einki til, tá hon svam, og nýggja knæið heldur enn.

Sum eg havi skilt, eru svimjikonurnar framvegis heilt nógvar. Tað er ikki soleiðis, at svimjikonurnar hittast ikki allar samstundis í svimjihøllini. Tær koma og fara og svimja ymsar dagar. Men nakrar hittast fast í svimjihøllini og drekka kaffimun eftir svimjing. Tá so tær halda føðingardagar ella fara útferð, so eru svimjikonurnar millum tretivu og fjøruti í tali, sum á myndini omanfyri. (Vagnur)

 

 

Úr myndasavninum – Tá farmaskipið Carolina Thorden varð bumbað í Nólsoyarfirði

$
0
0
Manningin á Grundick pumpar sjógv úr Carlolinu Thorden. (familjumynd)
Manningin á Grundick pumpar sjógv úr Carolinu Thorden. (familjumynd)

Tá eg í myndabók hjá familjuni síggi sluppina Grundick hjá abba mínum pumpa sjógv úr stórum farmaskipi, gjørdist eg forvitin. Myndirnar eru frá 1941. Eg at leita og kom í bókini Stríðsárini 2 eftir Niels Juul Arge fram á greinina um finska farmaskipið Carolinu Thorden, sum eg hevði lisið um fyri nú nógvum árum síðani. Skipið var komið úr Amerika á rannsóknarferð fyrst til Vardø í Norra og var komið til Føroya. Skipið var 26. mars 1941 eysturi úr Borðuni, har skiparin fekk boð frá bretum at sigla í Nólsoyarfjørð.

Finska farmaskipið brennur í Nólsoyarfirði.
Finska farmaskipið liggur fyri teym og brennur í Nólsoyarfirði. (Mynd funnin á Google)

Umborð á finska skipinum vóru 76 fólk, har 35 vóru ferðafólk. Øll manningin var finsk uttan ein, sum var dani. Á veg inn í Nólsoyarfjørð nærkast tvey týsk flogfør Carolinu Thorden og sleppa tveimum bumbum, sum falla í sjógvin. Flogførini royna enn einaferð, men eisini hesuferð falla bumburnar í sjógvin. Innan fyri Borðuna lá ein vápnaður trolari, og skiparin á Carolinu Thorden stýrdi móti honum til tess af fáa eitt sindur av verju, men nú kom annað flogfarið triðju ferð og slepti tveimum bumbum, sum brustu báðu megin forkantin á lúkuni nummar fýra á dekkinum.

Grundick liggur við síðuna av Carolinu Thorden í Hvalvík. (familjumynd)
Grundick liggur við síðuna av Carolinu Thorden í Hvalvík. (familjumynd)

Bumburnar oyðiløgdu nógv har aftur í skipinum, og skiparin setti fulla ferð inn í Nólsoyarfjørð, har hann við floytuni bað um hjálpt frá skipum, sum lógu fyri akkeri í fjørðinum. Ferðafólkini vóru skjótt tikin av skipinum og vóru førd til Havnar. Eldur var í skipinum har afturi, men manningin var í fyrsta umfari verandi umborð, og menn funnu tvær óbrostnar bumbur á dekkinum. Øll uttan ein finsku ferðamaður komu frá hendingini við lívinum.

jkkjk
Finska farmaskipið var serliga illa farið har afturi í skipinum. Grundick pumpar sjógv úr skipinum. (familjumynd)

Carolina Thorden var álopin 26. mars í Nólsoyarfirði, og 31. mars lá skipið framvegis og brendi í Nòlsoyarfirði. Sløkkiamboðini vóru vánalig og munaðu lítið. 4. apríl geva bretar boð at gevast við sløkkiarbeiðinum, og øll skulu fara av skipinum. Nólsoyingar vóru ikki fegnir um at hava brennandi skipið liggjandi í Nólsoyarfirði og lokka týsk flogfør til sín. Tey heittu á amtmannin at fáa Carolinu Thorden úr Nólsoyarfirði. Amtmaðurin fekk bretar at sleipa finska framskipið til Hvalvíkar, har tað var sett á land. Hvalvíkingar vóru í øðini at fáa skipið til bygdina og fóru til Havnar at mótmæla, men uttan úrslit.

kjkjkj
Hetta er so mikið langt síðani, at eingin er at spyrja, sum var við Grundick í 1941. (familjumynd)

Carolina Thorden lá ikki leingi í Hvalvík, tí 8. august 1941 var skipið sleipað til Kirkwall. Nógv eftirspæl gjørdist um bjargingina av finska farmaskipinum, tí nógvu skipini, sum vóru við at sløkkja eldin í Nólsoyarfirði, kravdu bjargingarløn. (Vagnur)

Bátarnir á fjarðastevnu í Vestmanna dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

$
0
0
Genturnar umborð á Tambar dugdu best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Falkur var annars fremst stóran part av teininum.  

Tað gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu í Vestmanna, sjálvt um tað tók sína tíð at fáa avgreitt genturóðurin, har bátur hekk fastur, og róðurin skotin av. Og so kom dagurin, tá Klaksvíkingur vann, meðan Ormurin fór aftur tá triðja plássið. Áhugavert at síggja, hvat manningarnar fingu burturúr teimum tveimum vikunum millum FM-róðrarnar Men fyrst til dreingjaróðurin.

Vakurt at síggja teir ellivu dreingjabátarnar liggja á startmálinum í Vestmanna við vakra landslagnum í baksýninum. Ikki so lætt at leggja bátarnar, tí nakað av síðuvindu og nakað av streymi. Aftur var tað Jallurin, sum reyk av stað við serliga Sílinum og Drekanum hølinum.

Tú sást, at viðaldan og harvið rennisjógvurin var partur róðrinum, tí bátar stungu seg fram fyri síðani aftur at missa nakað av ferðini í fáum tøkum. Nakað inni fingu bæði Sílið og Drekin Jallin aftur, og Sílið vann endaspurtin, meðan Drekin dragnaði nakað men var kortini nummar trý.

Vit sóu á jóansøku, at drongur umborð á Drekan gjørdist sjúkur undir róðrinum fram í móti málinum. Drongurin kom fyrst á Suðuroyar Sjúkrahús fyri síðani at vera fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið. Men rógvarin kom skjótt fyri seg.

Stór kapping um meistaraheitið millum dreingjabátarnar. Sílið, sum her sæst fremst í Vestmanna, Jallin, sum gjørdist nummar tvey og Drekan, sum gjørdist nummar trý.

Áhugavert var at síggja 6-mannaførini við kvinnum, tí eitt er Sølmundur, sum er mannaður við nakað ”eldri” royndum rógvarum, og annað er serliga manningarnar umborð á Páll Fanga og Smyrli, sum rógva ómetaliga væl. Uttan ivi er bara kropsstyrkjan av muni. Uttan eg veit tað við vissu, so má miðalaldurin umborð á Páll Fanga og Smyrli vera væl lægri enn umborð á Sølmundi.

Og so var eisini áhugavert, at Jarnbardur við ”eldri” kvinnum, var tjúgu sekund frá Sølmundi. Komi at hugsa um Ørv/Nevið Reyða, sum eisini er mannað við ”eldri” rógvarum, sum hava trupulleikar at bjóða teimum ungu av.

Eisini vøkur sjón at síggja teir tólv gentubátarnar liggja á málinum í Vestmanna. Bátarnir sóust ikki so væl, tí nú var sólin farin á skýna, sjálvt um mjørkin fjaldi ovara partin av Vágoynni. Frálíkar myndir og spenandi at bíða eftir startskotinum, har tú hoyrir startdómaran rópa á bátarnar. Suni Merkistein segði frá róðrinum, og Hannis Joensen var viðmerkjari. Hetta var alt frálíkt.

Óvæntað úrslit í 10-mannafarsróðrinum. Klaksvíkur nummar eitt, Suðuroyingur nummar tvey og Ormurin nummar trý.

Rennisjógvurin kom at gera av genturóðurin, tí meðan Falkur var klárt á odda heilt langt inn,  vóru ar tað genturnar umborð á Tambar, sum dugdi best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Tað var sum, at Falkur hekk fastur í alduni og dugdi ikki nóg væl at halda seg á aldutoppinum, meðan Tambar dugdi væl við títtum tøkum  halda seg á aldutoppinum góða løtu. Falkur skuldi kanska róð eitt sindur títtari á aldutoppinum.

Søgan endurtók seg millum 6-mannaførini við monnum, har Gongurólvur misti takið í fáum tøkum í sama plássi, sum tá Tambar við gentum tók Falk. Áhugvert at síggja, hvussu væl summir bátar duga at rógva á aldutoppinum og ikki renna seg fastan í aldudalinum.

Tað listi meg at vita, hvat ger, at Argja Róðrarfelag megnar at manna tvey so góð 8-mannfør. Ja, fyrst 10-mannafarið Drekan Reyða, og síðani 8-mannførini Argjabátin og Árnfirðing. Og er Lómur eisini mannaður við monnum. Tey mugu gera okkurt rætt á Argjum.

Óvanliga nógvur munur millum 5-mannaførini við kvinnum. Fyrst Erla Kongsdóttir og Sílið, og síðani Jallurin nógvar bátslongdir longri afturi.

Aftur áhugavert at síggja, hvussu væl teir umborð Árnfirðingi megnaðu at gera seg dælt av rennisjógvinum. Tað var, sum teir um á Árnfirðingi ongantíð  komu niður í aldudalin, meðan Argjabáturin bara einaferð kom eitt sindur afturíaftur á einu aldu. Nevið Reyða megnaði ikki at fylgja við.

Við HR brillum situr tú og vónar, at kvinnurnar umborð á Sílinum vinna róðu í summar, og enn einaferð sá út frá byrjan, at í dag skuldi tað vera. Tí Sílið var á odda heila bátslongd, tá hálvt málið var rógvið.

Men so við eitt kom Erla Kongsdóttir grøvandi og vann seg framum í fáum tøkum. Hetta hevur verið afturvendandi mest sum allar fimm róðrarnar í summar. Sær út, sum tær umborð á Erlu Kongsdóttir taka ein kanska fimtan tøk miðspurt í bekk, tí hetta sær ógvusligt út í tíðarskeiði í róðrinum.

Tað sæst tíðuliga, at Ormurin ikki dugdi nóg væl at rógva í rennisjógvi. Minnir meg um ólavsøkuróðurin í fjør, tá Ormurin heldur ikki dugdi nóg væl at rógva í ringa veðrinum. Klaksvíkingur leyp avstað, og tá bátarnir komu longur inn, bíðaði tú bara eftir, at Ormurin kom enn einaferð. Men hann kom ikki rættiliga.

Áhugavert at síggja, hvussu væl Havnarbáturin kom frá róðrinum, tí høvdu teir bara havt eitt sindur meira av orku seinastu hundrað metrarnar, so komu teir á sigurskammilin, og Ormurin fór heim við ongum.

Eisini hugaligt at síggja, hvussu góðan endaspurt Suðuroyingur hevði. Nøkur tøk aftrat, so tók hann Klaksvíking aftur. Spennandi róður at síggja, sum boðar frá spennandi róðrum á vestanstevnu og á ólavsøku. Rógvi Fossádal tók myndirnar. (Vagnur)

Barnaróður gentur:

1 Firvaldur 02.43.25

2 Knúkur 02.44.27

3 Frúgvin 02.46.12

4 Ørnin 02.47.40

5 Havørnin 02.52.16

6 Hulda 02.53.07

7 Ingibjørg 02.58.12

Barnaróður dreingir: 

1 Fípan Fagra 02.38.10

2 Fiskurn 02.40.15

3 Heykur 02-40.38

4 Svalan 02.41.02

5 Ternan 02.44.19

6 Pílur 02.46.39

7 Spógvin 02.50.01

8 Knúkur 02.51.01

5-mannafør dreingir: 

1  Sílið 05.09.41

2  Jallurin 05.10.27

3  Drekin 05.12.39

4  Royndin Fríða 05.15.08

5  Firvaldur 05.19.43

6  Silja 05.21.16

7  Ørnin 05.25.21

8  Ingibjørg 05.25.40

9  Tjaldrið 05.28.12

10 Heykur 05.31.21

11 Havfrúgvin 05.34.15

6-mannafør kvinnur:

1 Sølmundur 05.14.20

2 Páll Fangi 05.21.28

3 Smyril 05.22.35

4.Skúgvur 05.44.01

5-mannafør við gentum: 

1 Tambar 05.29.16

2 Falkur 05.31.27

3 Blikur 05.31.40

4 Báran 05.33.35

5 Drekin 05.33.48

6 Sílið 05.39.02

7 Frúgvin 05.40.48

8 Beinta 05.45.11

9 Kollur 05.59.19

10 Fenja 06.00.14

11 Knúkur 06.03.02

12 Stubbin 06.15.25 

6-mannførini við monnum

1 Páll Fangi 04.59.36

2 Gongurólvur 05.04.42

3 Rádni 05.09.24

4 Lómur 05.14.30

5 Hósvíkingur 05.23.21 

8-mannaførini

1 Árnfirðingur 04.51.37

2 Argjabáturin 04.52.41

3 Nevið Reyða 05.05.36

6-mannaførini við kvinnum

1 Erla Kongsdóttir 05.25.37

2 Silið 05.28.05

3 Jallurin 05.35.28

4 Teistin 05.41.36

5 Blikur 05.56.20

10-mannaførini:

1 Klaksvíkingur 04.32.25

2 Suðuroyingur 04.33.15

3 Ormurin Langi 04.36.06

4 Havnarbáturin 04.38.11

5 Drekin Reyði 04.50.02

V.U.Hammershaimb – faðirin at skriftmálinum

$
0
0
Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)
Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg var í Vágum seinasta leygardag, steðgaði eg eitt bil við minnisvarðan til minnis um V.U. Hammershaimb faðirinum at føroyska skriftmálinum. Hesa løtuna leitaðu tankarnir aftur í 60-árini og 70-árini, tá ið vit spældu hondbólt á grúsvøllinum í Sandavági. Vit vórðu altíð botnir heim til spælararnar til drekkamunn bæði fyri dystin og eftir dystin. Eg koma altíð niðan á Steig, har sonur í húsinum spældi hondbólt. Húsfólkini vóru altíð blíð, fyrikomandi og bóðu okkum koma skjótt aftur. Hetta eru góðar hendingar at minnast aftur á. Men aftur til V.U. HammershaimbPápi V.U. Hammershaimb Jørgen Frants Hammershaimb var seinasti búsitandi løgmaður á Steigagarði í Sandavági. Løgmansembætið var niðurlagt í 1816, men familjan fekk lyfti um at sleppa at búgva á Steig í Sandavági til Jørgen Frants doyði.

V.U. Hammershaimb varð føddur í 1819 og andaðist í 1909.

Í 1819 verður V.U. Hammershaimb borin í heim í Sandavági, men pápin doyði longu í 1820, og í 1822 fluttu mamman við soninum og dóttrini til Havnar. V.U. Hammershaimb er faðir at okkara skriftmáli. Miðskeiðis í átjanhundraðtalinum vóru ymsar meiningar, hvønn veg føroyska skriftmálið skuldi fara. Svabo helt, at føroyingar skuldu skriva, sum vit tosaðu, og fleiri fólk vildu fylgja Svabo í hesum. Men tað vóru onnur fólk millum annað V.U. Hammershaimb, sum hildu, at vit heldur skuldu lagt skriftmálið nærri at tí forn norrøna málinum.

Vakur minnisvarði til minnis um V.U. Hammerhaimb. (Mynd Vagnur)
Vakur minnisvarði til minnis um V.U. Hammerhaimb. (Mynd Vagnur)

Tá ið vit nærkast út móti hálvari 19. øld, vinnur hugsanin hjá V.U. Hammershaimb frama, og málfrøðingar úr grannalondunum Íslandi, Danmark og Noregi fylgja nú við málstríðnum í Føroyum og taka undir við V.U. Hammershaimb.

V.U. Hammershaimb fór ungur til Danmarkar at nema sær útbúgving, fekk studentprógv og fer síðani at læra til prest. Í 1847 tekur hann guðfrøðisprógv, og í 1855 fær hann prestastarv í Føroyum. Hann gerst fyrst prestur í Kvívík, síðani flytir hann inn á Nes at búgva, har hann er prestur til 1878. Tá flytir V.U. Hammershaimb til Danmarkar, har hann er prestur í tjúgu ár. Hann doyr í 1909.

Listaverkið “Móðurmálið” við Landsbókasavnið og listaverkið í Sandavági eru til minnis um V.U. Hammershaimb, sum stríddist fyri skriftmálinum, sum vit við fáum broytingum brúka í dag, og sum varð lagt í fasta legu miðskeiðis í 19. øld. Umframt at V.U. Hammershaimb las til prest og seinni virkaði sum prestur,  hevði hann stóran áhuga í forn nørrøna málinum og kom nógv saman við íslendskum studentum, sum lósu í Keypmannahavn. (Vagnur)


Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin skrivaðu róðrarsøgu í Sandavági.

$
0
0
Vinkulin nakað skeivur og kringvarpsbáturin ov langt frammi. Sílið við VER merkinum er á odda, Drekin nr 10 mummar tvey og Jallurin nr 8 nummar trý. Síðani síggja við Royndina Fríðu, Tjaldrið og Ørnina. (Mynd Hvannrók)

Mær vitandi er ongantíð komið fyri áður, at tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna meistaraheitið á ólavsøku. Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35, og báturin, sum vinnur ólavsøkuróðurin er føroyameistari í 2018. Áhugavert. Annars gekk væl at avgreiða róðrarnar í Sandavági, sjálvt um óslætt var í sjónum. Frásøgnin og viðmerkingarnar úr Sortudíki vóru frálíkar, men kringvarpsbáturin lág fleiri ferðir ov langt frammi, og so hava myndirnar aðrar tíðir verið betri. Men umstøðurnar at framleiða alt tilfarið var uttan iva ikki av teimum bestu leygardagin. Tøkk til tey ungu í HR, sum tóku myndirnar. 

Ormurin fer fyrstur um málið. Klaksvíkingur vann sær annað plássið í seinastu tøkunum. Suðuroyingur nummar trý . (Mynd Hvannrók)

Ætli mær ikki at leggja so nógv aftrat næstaseinasta og sætta FM-róðrinum, tó nakrar fáar viðmerkingar. Føroyskur kappróður er heilt serligur, tí áskoðarin sær ikki sum í øðrum ítróttagreinum alt. Tað fer nógv fram umborð á bátinum, sum áskoðarin ikki sær, og sum vit tildømis síggja í útlendskum kappróðri.

Tað sær út, sum ungu menninir umborð á Páll Fanga eru í nógv betri venjing enn teir umborð á Rádna, Gongurólvi, Hósvíkingi og Lómi. (Mynd Hvannrók)

Kunnu nevna startin, har rógvarin fer upp á bekkin og fær meira megi í beinini fyri síðani seinni at fara niður aftur á lunnin. Síðani er tað endaspurturin, har áskoðarin ikki sær, nær rógvarin fer uppaftur í bekkin. Hetta er alt áhugavert.

Í genturóðrinum legði Blikur seg á odda frá byrjan og helt somu kós inn á málið. Drekin nummr tvey og Tambar nummar trý. (Mynd Hvannrók)
Her síggja vit, hvussu stórur munur er á gentubátunum. Fáið nú fingurin úr ávísum stað og fáið broytt hetta til meira ítróttaligt virði. (Mynd Hvannrók)

Fara vit tildømis til 10-mannafarsróðurin í Sandavági, so sá út, sum teir umborð á Orminum róðu allan teinin í bekk, tí teir hildu mest sum somu ferð allan vegin. Harafturímóti misti Klaksvíkingur heilt nógv nakað eftir startin fyri síðani at hava góðan endaspurt. Kanska fóru teir umborð á Suðuroyingi ov tíðliga í endaspurtin, tí teir mistu annað plássið í seinastu tøkunum. Men hetta er alt bara gitingar, tí vit síggja jú mest sum ikki beinini hjá rógvarunum.

Firvaldur vinnur barnaróðurin við gentum. Tær rógva bara 500 metrar og heilt stórur munur. Og tá eru aftasti bátarnir ikki á myndini. (Mynd Hvannrók)

Nú vit nærkast ólavsøku, vil eg biðja lesaran hyggja nágreinliga eftir nøkrum av viðløgdu myndunum. Síggja, hvussu stórur munur er á bátunum í barnaróðrinum og gentu- og dreingjaróðrinum.

Tað er mær ein gáta, at feløgini og harvið Róðrarsambandið ikki ger nakað við hetta. Hví í Harrans navni skulu tildømis genturnar og dreingirnir rógva fýra ár í einum aldursbólki. Myndirnar tala fyri seg, tí bæði aldur, vekt og kropsstyrkja eru alt, alt ov stór. Vit mugu fáa broytt hetta longu til næsta ár. Bróta upp úr nýggjum, so vit gera sum í bóltspølunum, har ungdómar spæla tvey ár í hvørjum aldursbólki. Hetta hevur føroyskur kappróður uppiborið, men fólk sita bara hendur í favn og gera einki. Í hondbólti kunnu feløg tildømis melda lið til A-ella B bólk í einum aldursbólki. Hetta, so eins sterk lið spæla hvør ímóti øðrum.

Tað sýnsit, sum sílakvinnurnar hava torført at knógva kvinnunum umborð á Erlu Kongsdóttir. (Mynd Hvannrók)

Annars sakni er framvegis 1500 og 2000 metra teinarnar, sum klæddi føroyskum kappróðri nógv betur. Minnist, at grundgevingarnar vóru eisini, at so róðu fleiri 6-mannafør við monnum, 8-mannafør og 10-mannafør. Men so er ikki. 6-mannaførini við monnum eru fækkaði heilt nógv, tað sama 8-mannaførini, sum bara eru trý. Í summar eru tó fimm 10-mannafør, sum er at fegnast um.

Argjabáturin legði seg á odda í startinum og helt frástøðuna inn á málið. Næst Árnfirðingur og síðani Nevið Reyða. (Mynd Hvannrók)

Tað áhugaverdi er eisini, at styttri teinarnir krevja nógv meira kropsstyrki eins á stuttu teinunum í frælsum ítrótti, meðan longri teinarnir krevja meira úthaldni. Hetta er hvør sín kappróður.

Tær eru góðar umborð á Sølmundi, sum vann róðurin. Ja, so blivur tær “eldru” umborð á Jarnbardi nummar trý. Áhugavert at síggja Smyril “jakta” Sølmund. Frástøðan bara minkar. Vit síggja eisini Páll Fanga og Skúgv. (Mynd Hvannrók)

Nú bíða vit so eftir ólavsøkuróðrunum, sjálvt um fleiri meistara longu eru kosnir. Òlavsøkuteinurin er bara 901,25 metrar, og á ólavsøku fáa vit altíð okkurt óvæntað úrslit. Hvør vil ikki vinna á ólavsøku. (Vagnur)

Nakrar hugleiðingar um stigatalvuna og meistaraheiti í kappróðri.

$
0
0
Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin í Sandavági leygardagin.  Ein av hesum vinnur meistaraheitið á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Á myndini síggja vit 5-mannaførini Sílið, Jallin og Drekan við sandin í Sandavági. Róðurin er júst rógvin, og endin var, at báturin, sum vinnur á ólavsøku er meistari, tí Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35 stig.

Havi skrivað á Hvannrok.fo, at ikki minnist meg at hava upplivað hetta áður, at tríggir bátar kunnu sjálvur gera av, um teir vinna meistaraheitið ella ikki. Fýra fólk hava vent sær til mín um slík onnur dømi, men í øllum fýra dømunum kundu bara tveir bátar gerast meistari uttan hjálp, meðan triði báturin mátti fáa hjálp frá øðrum bátum.

Til og við 2007 fingu fremstu bátarnir 7-5-4-3-2-1 stig, men í 2008 vildi Róðrarsambandið økja spenningin um meistaraheitið, og nú fingu fremstu bátarnir 7-6-5-4-3-2-1 stig. Eru fremstu bátarnir javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so vinnur báturin, sum er fremri á ólavsøku.

Fara til stuttleika at taka úr rúgvuni dreingjaróðurin í 1993. Eftir vestanstevnuróðurin hetta árið høvdu Sílið 27, Drekin 25 og Firvaldur 24. Sílið og Drekin kundu sjálvir gera av, hvør vann meistaraheitið, tí tá fingu vinnandi bátur sjey stig, nummar tvey fimm stig og nummar trý fýra stig o.s.f.

5-mannaførini við kvinnum á ólavsøku 2004. Blikur vann róðurin og meistaraheitið. Sílið kom á mál sum nummar fimm. (Mynd Vagnur)

Skuldi Firvaldur vinna meistaraheitið í 1993, so mátti báturin fyrst vinna róðurrin, men so mátti Sílið ikki fáa meira enn trý stig og Drekin fimm stig. Hetta er ikki sum í dreingjaróðrinum í 2018, har bara eitt stig er millum tríggjar bátar. Teir kunnu allir uttan hjálp vinna meistaraheitið á ólavsøku.

Annars er vanligt, at tveir bátar mangan kappast um meistaraheitið á ólavsøku, har bara eitt ella tvey stig eru millum bátarnar.

Annað dømi er kvinnu/genturóðurin í 2004. Eftir vestanstevnuróðurin hevði Sílið 33, Blikur 29 og Firvaldur 25 stig. Tá fingu bátarnir 7,5,4,3,2 og 1 stig. Tað vil siga, at bara Sílið ella Blikur kundu vinna meistaraheitið. Firvaldur kundi bara fáa 32 stig, um báturin vann ólavsøkuróðurin.
So hendi tað ólukkuliga fyri sílakvinnur, at Blikur vann róðurin, Drekin bleiv nummar tvey, Frúgvin nummar trý, Firvaldur nummar fýra og Sílið nummar fimm og fekk bara tvey stig. Leggja vit saman, so endaði Blikur á 36 stigum og Sílið á 35 stigum. Blikur vann meistraheitið, tí Sílið fór heilt aftur á fimta pláss.

Enn er einki dømi komið aftrat á borðið, har tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna sær meistaraheitið á ólavsøku uttan hjálp frá øðrum bátum. Áhugavert.

Fólk hava eisini fleiri ferðir spurt meg, hví ólavsøkuróðurin, sum er ein av sjey róðrum møguliga skal gera av, hvør vinnur meistaraheitið. Eitt meistaraheitið er úrslitið av einum ársúrslitið. Standa tvey lið í bóltspølunum jøvn í stigum, so hyggur man eftir málmuni og síðani í onkrum bóltspæli innanhýsisdystum.

Men í kappróðri kann ein róðrarteinur á ólavsøku (901,25 metrar) gera av, um tú vinnur meistaraheitið ella ikki. Nær hevur man funnið uppá hesa serligu loysn, tí hetta er beinleiðis órættvíst ímóti skipanini. Ólavsøkuróðurin gerst sum ein steypafinala og hevur meira virði enn hinir seks róðrarnir.

Ein møguleiki kundið verið, at vóru tveir bátar javnir í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so gjørdist báturin meistari, sum hevði vunnið flest sigrar á árinum. (Vagnur)

Bestu tíðirnar á ólavsøku síðani 1997 – Fimm manningar eru longu meistarar í 2018

$
0
0
Vøkur mynd av gentubátunum eftir róðurin í Sandavági. Vit síggja frá vinstu Sílið, Báruna, Drekin, Tambar, Falk, Blik og Frúnna.(Mynd Hvannrók)

Ikki øll fólk fylgja so væl við, hvørjir bátar longu vunnið meistaraheitið, og hvørjir bátar  hava møguleikan at vinna meistaraheitið á ólavsøku. Við vissu vita vit, at Sølmundur við kvinnum, Páll Fangi við monnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum, Firvaldur við gentum barnaróður hava vunnið allar róðrarnar, og tí longu eru meistarar. Argjabáturin er eisini meistari, tí hann hevur vunnið fimm róðrar, og 8-mannaførini er bara tríggir bátar. Niðanfyri bestu tíðirnar á ólavsøku aftur til 1997.

Síðani hava vit nakrar ”teoretiskar” møguleikar. Ormurin hevur vunnið fimm róðrar, men kann ikki enn rópa seg meistari 2018. Ormurin hevur 40, Klaksvíkingur 36 og Suðuroyingur 32 stig. Siga vit, at Klaksvíkingur vinnur á ólavsøku, so gerst hann bara meistari, um Ormurin verður aftastur bátur og tí bara fær trý stig. Tá hava báðir bátarnir 43 stig, men Klaksvíkingur er fremri á ólavsøku.

Havi skrivað um dreingjaróðurin, har Sílið, Jallurin og Drekin sjálvir kunnu gera av, hvør vinnur meistarheitið. Genturóðurin er bara eitt sindur áhugaverdur, tí Blikur hevur 37 stig, Tambar 35, Drekin 27 og Falkur 25 stig. Bara Tambar kann hótta Blik um meistaraheitið, men so má Tambar vinna róðurin, og Blikur fara aftur á triðja plássi ella longur aftur.

At enda barnaróðurin við dreingjum, har kappingin stendur millum Fiskin úr Vági við 39 stigum, Fípuna Føgru úr Klaksvík við 33 stigum og Heyk úr Hósvík við 32 stigum. Her kunnu Fípan Fagra og Heykur gerast meistari, um Fiskurin einki stig fær á ólavsøku. Men her má sigast, at kappingin heldur stendur um at vinna sær silvurheiðursmerkini. Niðanfyri bestu tíðirnar á ólavsøku aftur til 1997. Tá tað er sagt, meini eg, at í barnaróðri telja fimm tey bestu úrslitini. Um so er, er Fiskurin úr Vági eisini meistari fyri ólavsøkuróðurin. (Vagnur)

Bestu tíðirnar síðani 1997

Bólkur Bátur Ár Tíð
Barnaróður dreingir Títlingur (HR) 2009 01:58.00
Barnaróður gentur Ørnin (SÍF) 2009 02:05.00
6 mannafør kvinnur Masters Jarnbardur (RK) 2014 04:46.13
5 mannafør gentur Drekin (HR) 2008 04:29.24
6 mannafør kvinnur Gongurólvur (HR) 2009 04:30.21
5 mannafør dreingir Blikur (AR) 2009 04:30.13
6 mannafør menn Tvørabáturin (FSR) 2009 04:12.06
5 mannafør kvinnur Frúgvin (MR) 2009 04:42.01
8 mannafør Ørvur (HR) 1999 04:03.21
10 mannafør Masters Vestmenningur (VÍF) 2016 04:14.12
10 mannafør Havnarbáturin (HR) 2001 03:52.03

162 heiðursmerki eru higartil hongd um hálsin á rógvarum.

$
0
0
10-mannaførini á vestanstevnu, har Ormurin vann. (Mynd Jan Herman Hansen)

Meðan summar manningar fegnast um bæði silvur og bronsu heiðursmerkini, so eru aðrar manningar, sum halda seg hava tapt so dyggiliga, sjálvt um tær fáa silvur ella bronsuheiðursmerki um hálsin. 27 gullheiðursmerki eru handað rógvarum higartil.

Serliga eru tað summar yngri manningarnar, sum strála, tá tey vinna sær silvur ella bronsu heiðursmerki, tí tær rógva mangan ímóti eldri rógvarum, ja, eru kanska komin frá barnaróðri og rógva nú í dreingja-og genturóðrunum. Ólavsøkuaftan endar róðrarárið 2018, og vit gleða okkum. 

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevur vunnið allar róðrarnar í summar. (Mynd Jan Herman Hansen)

Í summum bátastøddum eru fáir bátar, og tí er eisini lættari at vinna sær bæði silvur og bronsumerki. 162 heiðursmerki er útflýggja higartil á teimum seks stevnunum. 42 gull, 42 silvur og 42 bronsuheiðursmerki. 27 heiðursmerki á hvørjari stevnu.

Sílið, Drekin og Jallurin á vestanstevnu. Báturin, sum vinnur a ólavsøku, er meistari. (Mynd Jan Herman Hansen.)

Ikki bara sum at siga tað at telja saman øll heiðursmekini. Sigið endiliga frá, um okkurt tal er komið skreivt fyri. Nú eru eftir ólavsøkuróðrarnir, og tá er altíð okkurt óvæntað úrslit. Nú velst eisini um, hvussu veðrið verður ólavsøkuaftan. Seks av níggju FM-vinnarunum eru funnir. Uppískoytið: Í samanteljinigini eru 8-mannaførini Ørvur og Nevið Reyða tald saman sum vanligt, meðan Suðuroyingur er fyri seg niðast, tí tað er felagsátak millum Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Róðrarfelag. (Vagnur)

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag      Seks gull (6)

Kappróðrarfelagið Tindur           Eina silvur og tvær bronsu (3)

Miðvágs Róðrarfelag                  Trý silvur og trý bronsu (6)

Vágs Róðrarfelag                        Fýra gull, fýra silvur og sjey bronsu (15)

Klaksvíkar Róðrarfelag              Átta gull, átta silvur og tíggju silvur (26)

Róðrarfelagið Knørrur                Sjey gull, seks silvur og tíggju bronsu (23)

Argja Róðrarfelag                       Átta gull, seks silvur og tvey bronsu (16)

Kappróðrarfelagið NSÍ               Seks gull og tvey silvur (8)

ÍF Kappróður                              Seks gull, tvey silvur og fýra bronsu (12)

Havnar Róðrarfelag                     Fimm gull, trettan silvur og níggju bronsu (27)

Árnafjarðar Róðrarfelag              Eina gull og fimm silvur (6)

Sandavágs Ítróttafelag                 Tvær silvur og tvær bronsu (4)

Hósvíkar Róðrarfelag                  Eitt gull, fimm silvur og eina bronsu (7)

Suðuroyingur                              Tvey silvur og fýra bronsu

Nøkur heilt góð og minni góð minni frá ólavsøkuróðrunum 2018

$
0
0
Ormurin staðfesti á ólavsøku, at hann er besta 10-mannafarið í 2018. Spell, at fyrsti starturin var skotin av, tí hetta ávirkaði róðurin. Hvørki Klaksvíkingur ella Suðuroyingur fingu nóg góðan start í umstatrinum. (Mynd Hvannrók)

Klokkan er farin av níggju ólavsøkumorgun, og tú ætlar at skriva nøkur orð um ólavsøkuróðrarnar. Sólin skínur gjøgnum gluggarnar og frálíkt ólavsøkuveður. Til tess at fáa heildarmynd yvir ólavsøkuróðrarnar valdi eg at síggja róðrarnar í sjónvarpinum. Var mest sum bara spentur um tríggjar róðrar, tí seks manningar høvdu jú longu vunnið meistaraheitið. Einki óvæntað úrslit á ólavsøku í ár, tó at veðrið aftur í ár darvaði sunnastu bátunum, sum høvdu verri umstøður uttan fyri Molan enn bátarnir, sum lógu nærri Sandagerðsnesi. Men hetta eru nú treytirnar í føroyskum kappróðri. Men fyrst til 10-mannafarsróðurin.

Ormurn var stóri favoritturin, men tað, sum eg legði mest merki til, var, at vit kundu kanska fingið ein heilt annan róður, um Suðuroyingur ikki lág eftir í fyrsta startinum, tí tá fekk Klaksvíkingur heilt góðan start, meðan ein minni góðan start í umstartinum.

Fyri Suðuroying var ólavsøkuróðurin ein ”kantastrofa”, tí fyrst lág báturin eftir í fyrsta startinum og síðan fekk báturin heilt ringan start í seinna startinum. Ormurin vísti enn einaferð, at hann er besta 10-mannafarið í summar. Teinurin er bara 901,25 metrar, og løgið, at so stórur munur er millum fremstu 10-mannaførini og aftastu bátarnar.

Barnamanningarnar við gentum eru júst farnar inn um Molan. Firvaldur vann róðurin. (Mynd Hvannrók)

Í barnaróðrinum var alt longu avgjørt fyri ólavsøku, tí Firvaldur av Tvøroyri við gentum og Fiskurin úr Vági við dreingjum longu vóru meistarar. Firvaldur vann tryggan róður á Havnarvág, meðan Fiskurin gjørdist nummar trý. Genturnar umborð á Firvaldi eru ov gamlar at rógva barnaróður næsta ár. Áhugavert, at Heykur nýggja 5-mannafarið úr Hósvík vann barnaróðurin við dreingjum.

Heykur úr Hósvík vann barnaróðurin við deingjum. (Mynd Hvannrók)

Dreingjaróðurin gjørdist eins spennandi, og vit roknaðu við. Sílið og Jallurin vóru í harðari kapping allan teinin, meðan Drekin hevði serliga trupulleika inn á Molan. Her má eg eisini takka Suna Merkistein og Ludvík við Stein fyri frálíka frásøgn og viðmerking. Teir livdu veruliga við, sum var tað ein 10-mannafarsróðurin, har bátarnir lógu stavn um stavn.

Dreingjabátarnir faran inn um Molan við Sílinum, Jallinum og Royndini Fríðu í fremstu røð.

Vit kenna góðu manningina umborð á Sølmundi, har eingin kvinna býr í Runavík. Tær róðu ikki eins væl uttan fyri Molan og í óslætta sjógvinum innan fyri Molan, men tá sást, at hesar kvinnur duga at rógva og hava royndirnar. Eisini áhugavert at síggja tær umborð á Smyrli, sum rógva væl, og tær umborð á Páll Fanga. Vónandi eru tær allar við næsta ár.

6-mannafarið Sølmundur og Smyril eru farnir inn um Molan. Sølmundur vann allar róðrarnar í summar. (Mynd Hvannrók)

Masterróðrarnir vóru pínligir

Ætlan at fáa eldri rógvarar at rógva um meistaraheitið seinast tríggjar stevnurnar er miseydnað. Beinleiðis pínligt at síggja bara eitt 10-mannafar rógva á Havnarvág og ein Jarnbard við kvinnum, sum slett onga mótstøðu fær. Kringvarpið boðaði knappliga frá, at 10-mannafarið Tórsbáturin møtti ikki upp og uttan at siga frá, so SvartRavnur róði einsamallur vágni. Pínligt, sjálvt um menninir róðu heilt væl.

Dugi ikki rættilga at síggja meiningina í hesi kappping. Jarnbardur skal sjálvandi rógva millum vanligu 6-mannaførini, sum tær gjørdu á vestanstevnu. (Mynd Hvannrók)
Beinleiðis pínligt at síggja SvartRavn rógva einsamallur á Havnarvág. (Mynd Hvannrók)

Um hasir eldru manningarnar skulu rógva á ólavsøku, skulu tær rógva beint eftir barnaróðurin ella eftir 10-mannafarsróðurin.

5-mannafarið Tambar vinnur tryggjan róður. Nærmast Sílið, síðani Frúgvin, Tambar, Blikur, Drekin og Fakur. (Mynd Hvannrók)

Sum tað var áhugavert at síggja genturóðurin eisini við HR-brillum. Blikur stóð at vinna meistaraheitið, men vann tað ikki. Tambar legði hart út frá byrjan og vann tryggan róður. Spenningurin var í endaspurtinum, um Tambar ella Blikur vunnu meistaraheitið. Ja, so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri Blik.

Ungu genturnar umborð á Drekanum, sum róðu barnaróður í fjør, komu at gera av, at Tambar vann meistaraheitið og ikki Blikur. Drekin fekk ikki góðan start, men kom sær fram í oddin á hálvum Molanum, og í endaspurtinum vann sær silvurheiðursmerkini. Hetta førdi til, at Tambar vann meistaraheitið og ikki Blikur. Spennandi at síggja.

Á Molanum hevði Páll Fangi lagt seg trygt á odda, meðan javnari var uttan fyri Molan. Gongurólvur nærmast síðan Rádni nummar tey og so Sundabátuinr og Hósvíkingur. (Mynd Hvannrók)

Sum ungu menninir umborð á Páll Fanga rógva væl. Sama uppskift allar sjey róðrarnar í summar. Leggja ikki so hart út, har serliga Gongurólvur leggur seg á odda frá byrjan. Men teir umborð á Páll Fanga eru so lættar og í so góðari venjing, at teir vunnu á serliga Gongurólvi og Rádna á hvørjari stevnu. Óførir ungi menn má sigast.

8-mannafarsróðurin á ólavsøku var heilt serligur, tí vit sóu í sjónvarpinum eftir róðurin ungan mann umborð við húnu og homlubandi í hond. Ørvur var mannaður til ólavsøkuróðurin við monnum við tilknýti til Argja Róðrarfelag.

Argjabáturin og Árnfirðingur fara inn um Molan við Argjabátinum sum vinnara. (Mynd Hvannrók)

Tú sást í sjónvarpinum, at 150 metrar frá startinum var toftumaður umborð á Ørvi givin at rógva. Gitti, at maðurin kanska var vorðin sjúkur, men tað var húnan, sum var loysna úr stokkinum, so hann ikki fekk róð. Ungi maður var meira enn keddur á sjónvarpsmyndini.

Mítt størsta vónbrot í róðrarárinum 2018 er júst málið um Ørv, sum er nýggjur bátar. Eg hjálpti til at fá útvega 8-mannafarið, og sjálvandi gjørdist eg keddir, tá menn eftir norðoyastevnu og sundalagsstevnu valdu at seta Ørv í neystið og fara til Klaksvíkar eftir Nevinum Reyða og seta hann í gamla neystið í Álakeri.

Ógvuslig avgerð at vraka ein nýtt 8-mannafar eftir tveir róðrar, og serliga, tá vit onnur vita, at einki galið er við bátinum. Hetta vísar allir sjey róðrarnir í summar. Ørvur var trettan sekund eftir Argjabátin á norðoyastevnu og var trettan sekund eftir Argjabátin á ólavsøku á einum 901,25 metra teini.

Og hyggur tú í hagtølini í øllum sjey róðrunum, so var mest sum sama fjarstøða frá Ørvi/Nevinum Reyða og fram til fremsta bátin. Frá ellivu til fjúrtan sekund. Hetta er prógvið, at einki er galið við Ørvi. Fái ilt í mítt HR hjartað at hugsa um nýggja stakkals Ørv. Hetta bátaskiftið var betri ógjørt.

5-mannaførini við kvinnum vóru eisini áhugaverd, tí Jallurin var um reppið at fremja sama roysni, sum sílakvinnurnar gjørdu á ólavsøku í fjør. Tá lá Jallurin sunnaliga á málinum í meira óslættað sjógvinum og formáddu sær lítið í aldunum, men sílakvinnurnar dugnu at rógva í slíkum veðri. Tíverri miseydnaðist myndin frá hesum róðrinum.

Í ár var øðrvísi, tí Jallurin lá nærri Sandagerðsnesi. Hann fekk frálíkan start, og á Molanum var Jallurin eina bátslongd á odda, og róðrarlagið var so mikið gott, at tað sá út at halda inn á málið. Men so vísti merkjaðu kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir, hví júst tær vinna allar róðrarnar í summar.

Ikki gekk eins væl hjá sílakvinnunum, sum høvdu stórar trupulleika í tí óslættan inn á Molan, men tá var ov seint at gera seg galdandi heilt frammi í oddanum.

Alt væl frágingið 

Um stóra ólavsøkutiltakið, sum ólavsøkuróðrarnir eru, so gekk heilt væl at avgreiða róðrarnar. Eisini frálíkt avrik av Kringvarpinum bæði inni á dráttinum við samrøðum og í kringvarpsbátinum. Tó vóru myndirnar frá kringvarpsbátinum nakað myrkar, so allir bátirnir vóru myrkir og líktist. Umstøðurnar at film og taka myndir vóru ikki góðar, tí sterka sólarljósið skein bein inn í linsurnar.

Argja Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Havnar Róðrarfelag saman við Róðrarsambandinum stóðu fyri ólavsøkuróðrunum. Frálíkt avrik og tøkk skulu tit hava fyri tað. Eisini takk fyri eitt frálíkt róðrarár, sum í allar mátar hevur gingið av tí allar besta. OK. Onkur genturóður gekk ikki nóg væl, har ætlan var um umróður. Hetta koma vit altíð at uppliva í føroyskum kappróðri, har veður og vindur viðspælari. Takk fyri í ár. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Úr myndinasavninum – Dreingir bóru slips og gingu í stuttum buksum

$
0
0
Vøkur mynd á ólavsøku 1946. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Vøkur mynd á ólavsøku 1946. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Myndin omanfyri frá á ólavsøku 1946 er stuttlig og áhugaverd at síggja. Fimleikarin, sum ber flaggið er Arni Olsen, og maðurin, sum slær á stórutrummu er Grægaris Gregoriussen, sum er pápi kenda fyrrverandi HB spælaran Brynjer Gregeroissen. Myndin er eisini áhugaverd, tí skrúðgongan fer oman Tróndargøtu og ikki sum nú oman Niels Finsensgøtu. Tá eg síggi slíka mynd, hyggi eg eisini eftir smálutum. Stuttligt at síggja dreingjamótan um hetta mundið. Mótin lítið broyttir frá vit vóru smádreingir í 1950 og 1960-árunum. Allir dreingirnir í hvítari skjúrtu, stuttum buksum og hosum upp undir knæ. Onkur drongur er í “plusfour” buksum, sum vit eisini gingu í.

Arna Olsen kendi eg væl, tí hann búðu skamt frá Smæruni, har pápi mín arbeiddi. Tá eg lærdi til bilsmið hjá Vilhelm Nilsen frá 1967, arbeiddi Arni í kontórinum. Minnist, hvussu hann jakstraði okkum, tí mangan vóru vit ov seinir at skriva arbeiðsseðilin og vikuseðilin. – Fái eg ikki vikuseðilin seinast á middegi hósdagin, fáa tit onga løn fríggjadagin. Tá vóru menn skjótir við vikuseðlinum.

Tróndargøtan er ikki nógv broytt. Longst burtur sæst Nonnuskúlin við serliga kirkjutorninum. Nonnuskúlin varð bygdur í 1934. Tá flest nonnur vóru í Føroyum, vóru tær 24 nonnur. Nú er tær seks. Á horninum nærmast til høgru hevði Knud Lambaa handil. Ì hvíta húsinum høgru megin búðu tey á Skarv. Aftur til dreingjamótan. Miðskeiðis í 1960 – árunum broyttist dreingjamótan skjótt. “Plusfour” buksurnar hildu fram eina tíð afturat, men stuttu buksurnar vóru skiftar út við smartar langar terlenbuksur og cowboybuksur. Vit vóru tá fóru tá inn í rokktíðina.

Húsini niðan Tróndargøtu eru lítið broytt, tó at har komu nakrir stórir bygningar tildømis Køkubúðin og Evangeilihúsið. Longri uppi kom so stóri Tórshavnar kommunuskúli í 1956 og Brandstøðin. Men nógv av húsum eru varðveitt tó broytt eitt sindur. Áhugaverd og stuttligt mynd.   (Vagnur)

Heilt fá fólk vita søguna um brandhyljarnar í Havn

$
0
0
Her síggja vit teir tríggjar brandhyljarnar, sum vóru gjørdur umleið 1940. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit teir tríggjar brandhyljarnar, sum vóru gjørdir umleið 1940. (Mynd Vagnur)

Tá vit sum unglingar spældu í Rættará við Ellisheimið, góvu vit okkum ikki far um, hví betongbyrging var bygd um ánna. Við lemmum kundi tú byrja av ánna, so fekst stórur djúpur hylur. Vit hildu tá, at hetta vóru leivdir frá enskum hermonnum, sum høvdu búð í barakkum har á leiðini. Ikki fyrr enn eg las í bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, gekk upp fyri mær, hvat endamálið var at gera byrgingar um Rættará og Havnará. Brandhyljar verða hesir hyljar nevndir. Men hví gera brandhyljar um áirnar seinast í 1930-árunum og fyrst í 1940-árunum?

Hetta er brandhylurin við Vaglið. Minnist væl henda hylin og einaferð á 4-mannafar flóta ánni á ólavsøku. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Hetta er brandhylurin við Vaglið. Minnist væl henda hylin, og á ólavsøku lá einferð eitt 4-mannafar í ánni. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tórshavnar sløkkilið varð stovnað 1933, og fyrsti brandbilur kom ikki til Havnar fyrr enn í 1948. Hetta var ein Bedford lastbilur, sum keyptur var til Føroya og umbygdur til brandbil. Henda Bedford brandbil minnast vit eldru, og bilurin er varðveittur. Fyri 1948 høvdu sløkkiliðsmenninir pumpur, sum máttu flytast kring býin. Skalt tú sløkkja eld, mást tú hava vatn, og í 1933 vóru eingir brandpostar, tí mátti okkurt annað gerast. Var eldur á Reyni, kundi fást vatn úr sjónum, men var eldur í longri uppi í býnum, so var trupult at útvega nógmikið at vatni serliga um summarið.

Her síggja vit byrgina um Rættará við Ellisheimið. Her høvdu vit ungu mangar góðar løtur. (Mynd Vagnur av stórari mynd)
Her síggja vit byrgingina um Rættará við Ellisheimið. Her høvdu vit ungu mangar góðar løtur. (Mynd Norðoya Fornminnissavn)

Fyrst av øllum var neyðugt hjá nýstovnaða sløkkiliðnum at hava nóg mikið av vatni. Hetta var ein bági serliga, tá ið hann legðist við várskerpingi og turrverður um summarið. Tí bygdu teir við Vaglið fyrstu byrgingina um Havnará. Var turt í veðrinum, vóru lemmar settur millum stabbarnar til tess at savna vatn, so nógmikið av vatni var til at taka, um eldur kom í har á leiðini. Skjótt vóru teir noyddir at gera tríggjar byrgingar aftrat um Havnará og eina byrging um Rættará við Ellisheimi.

Byrgingin við Vaglið er burtur, og tað er byrgingin eisini um Rættará við Ellisheimið. Men tær tríggjar byrgingarnar um Havnará eru varðveittar, sum myndirnar vísa. Nú eru teir tríggir hyljarnir ikki brandhyljar, men heimstað hjá dunnum og nógvum sílum til stóra gleði fyri øll tey, sum koma fram við hvønn dag. Við Ellisheimið høvdu vit ungu mangar góðar løtur. Foreldrini dámdu lítið, at vit byrgdu av ánna, so vit fingu stóran hyl, har vit róðu við tunnuflakum. Tey hildu, at hetta var vandamikil leikur.

klklklklk
Tá Havnin vaks, máttu teir stoypa nýggjar byrgingar um Havnará. Henda byrgining er 75 ára gomul. (Mynd Vagnur)

Knappliga kundu menn koma at beina burtur heimagjørdu lemmarnar, sum settir vóru millum stabbarnar. Um tað var løgreglan, brandmenn ella fólk frá kommununi, minnist eg ikki rættiliga. Stuttligt var tó, og minnist meg rætt, gekk ikki rúm tíð, so byrgdu vit aftur um ánna. Uttan iva fóru menn onkuntíð avstað við øllum flakunum, sum høvdu ymisk skap. Til stuttleika hugdi eg í Móðurmálsorðabókini eftir orðinum “brandhylur”, men orðið finst ikki í bókinum. Stendur tú við brandhyljarar og spyr fólk, sum koma fram við, so veit mest sum eingin, hvat ein brandhylur er. (Vagnur)

 

 


Serlig kvirra er yvir Havnina, nú fólk eru á festivali í Klaksvík ella í summarfrí

$
0
0
Púra steindeytt eitt leygarkvøld um átta/nýggju tíðina við Tinghúsvegin. Fólk eru á festivali ella halda summarfrí uttanlands. (Mynd Vagnur)

Haldi ikki, at eg nakrantíð áður eitt leygarkvøld um átta/níggju tíðina havi upplivað slíka kvirru uttan fyri hjá okkum. Grannarnir eru á summarfestivali í Klaksvík ella uttanlands í summarfrí. Vanliga er sannur ruðuleiki á parkeringsplássinum við Tinghúsvegin, tí tað vanta parkeringspláss til allar bilarnar, har fólk antin arbeiða í SMS ella í fyritøkum á Tinghúsvegnum. Í kvøld er heldur eingin bíðurøð í Drive inn í SMS, og bert nakrar fáar bilar sært tú koyra í R.C.Effersøesgøtu. Og niðri í Vágsbotni síggjast bara nøkur ferðafólk vála í gøtunum.

Ikki so løgið, tí tey hundraðtals fólkini, sum búgva uttanfyri Havnin og arbeiða í Havn, eru ikki býnum, og so eru hundraðtals ella rættari sagt túsundtals fólk á festivali í Klaksvík. Síggi bara ein bil á parkeringsplássinum. Stendur tú á sama stað mánadagin á middegi, so er aftur kapping um parkeringsplássini, og ógvuliga óheppið, at fólk enn kunnu taka pening úr sjálvtøkuni, sum stendur so nær horninum. Tað var Føroya Sparikassi, sum setti upp hesa sjálvtøku, men síðani tá hevur Føroya Sparikassi skift navn til Eik, sum heldur ikki er í bygninginum longur. Trupulleikin er, at fólk seta bilin í skeivari síðu beint við sjálvtøkuna, og tí kemur proppur í ferðsluna. Eitt skelti stendur á sjálvtøkuni, at hon skal flytast í næstum, men hetta skeltið hevur staðið har í nógvar vikur. Áhugavert at uppliva hesa serligu løtu eitt leygarkvøld við Tinghúsvegin. (Vagnur)

Úr myndasavninum – VB-kvinnur vunnu FM-heitið í 1950

$
0
0
VB kvinnur vinna FM-heitið í 1950. Aftast f.v: Ragna Jacobsen, Mimmy Hovgaard, Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen og Gunnhild Hjalt. Fremst f.v: Kaja Jacobsen, Hjørdis Joensen og Sanna Skaalum.
VB-kvinnur vinna FM-heitið í 1950. Aftast f.v: Ragna Jacobsen, Mimmy Hovgaard, Sølvi Jespersen, venjari, Betta Mikkelsen og Gunnhild Hjalt. Fremst f.v: Kaja Jacobsen, Hjørdis Joensen og Sanna Skaalum. Myndatakari Ellen Dahl, brúkt við loyvi frá Myndasavninum hjá Ellen Dahl.

VB-kvinnur hava vunnið FM-heitið tríggjar ferðir, síðani landskappingin byrjaði í 1943. Fyrsta FM-heitið vann VB í 1950, og so skulu vit bíða meira enn hálvthundrað ár til 2003 og 2005, til VB aftur vinnur FM-heitið. Eg havi fingið fatur í upprunamyndini av VB-kvinnum, sum vunnu FM-heitið í 1950, og eg havi eisini fingið orð á 83 ára gomlu Hjørdis Joensen, sum var málverji hjá VB í 1950. Og VB-málverjin er áhugaverd at tosa við. – Í 1950 vandu vit fleiri ferðir um vikuna við Sølva Jesperesen sum venjara, og hann koyrdi á okkum, sigur Hjørdis. (Greinin skrivað í februar mánað í 2012)

Stórur áhugi er fyri serliga kvinnuhondbólti í Vági, og tá ið eg práti við 83 ára gomlu Hjørdis Joensen úr Vági, so fái eg fyrst at vita, at vágbingar byrjaðu at spæla hondbólt í 1930-árunum. Hjørdis byrjaði at spæla hondbólt sum sekstan seytjan ára gomul og stóð í málinum hjá VB. Tær spældu á grúsvølli, ella leirvølli, sum Hjørdis málber seg. Og góðu hondbóltsminnini sita djúpt í sálini, sigur Hjørdis.

– Venjarin Sølvi Jespersen, sum var av Tvøroyri, var komin úr Danmark og búði í Vági, tí hann arbeiddi á Marinustøðini har suðuri. Hann hevði spælt hondbólt í Danmark og kendi alt tað nýggjasta innan hondbóltsspælið, sum hann gav víðari til okkum spælarar. VB hevði tvey kvinnulið, eitt 1. deildarlið og eitt 2. deildarlið. Vit vandu fleiri ferðir um vikuna, og Sølvi koyrdi á okkum.

Nógv eru góðu hondbóltsminni, sigur Hjørdis Joensen. Myndin er frá 2012.
Nógv eru góðu hondbóltsminnini, sigur Hjørdis Joensen. Myndin er frá 2012, og barnið er yngsta langommubarnið.

– Serliga minnist eg hondbóltsferðirnar, vit gjørdu norðanfjørðs. Einaferð fóru vit til Havnar av Hvalba við kolabáti, og vit máttu sova umborð í fleiri dagar. Tá í tíðini máttu vit liggja nátt, spældu vit dystir norðanfjørðs, men vit fingu innivist hjá spælarum, vit spældu ímóti. Vit vóru á Sandi og spældi ímóti Vípuni, ímóti Neistanum í Havn, og vit vóru á Eiði, í Vestmanna, í Klaksvík og aðrastaðni við, sigur Hjørdis.

Á myndini eru vágskvinnur í “legaðum niðurdeili”, og eg spyrji Hjørdis, um søgan er sonn, at menninir í Vági kravdu av VB-kvinnum, at fingu tær sær ikki eins strammar buksur og neistakvinnur, so rumpan sást, so komu teir ikki aftur at hyggja at hondbólti.

– Elinborg og tær í Havn hava funnið upp á hasa søguna, og tær í Havn søgdu so mangt til tess at “drilla” okkum. Annars var ótrúliga gott vinarlag millum spælararnar kring landið, og eg kom at hava samband fyri lívið við nógvar spælarar millum annað Elinborg Trónd í Havn. Vit blivu vinkonur fyri lívið, og eg hjálpti eisini Elinborg og Miu Trónd, tá ið tær fóru tannlæknaferð til Suðuroyar.

– Og serligu minnist eg hondbóltsferðina, tá ið eg sum málverji fór við Neistanum til Noregs. Maður mín Ingolf arbeiddi eitt skifti sum bakari hjá Frants Restorff, og tí búði vit í Havn. Alfred Dahl, róptur Beiggin, kom til mín ein dagin og segði: – Hjørdis, tú mást koma við til Noregs at standa í málinum hjá neistakvinnum, tí Malvina á Dunga hevur meitt sær aðra hondina. Eg svaraði honum, at hetta mátti eg tosa við mann mín Ingolf um. – Eg havi longu tosað við Ingolf, og hann sigur, at tað er í lagi. Beiggin, sum var úr Vági og var neistavenjari,  arbeiddi sum kondittari hjá Frants Restoff. Ferðin til Noregs kostaði mær 25 krónur, minnist eg.

Hjørdis Joensen fylgir framvegis væl við í hondbólti, og tá ið eg spyrji hana, um hon framvegis fer í høllina at hyggja at VB-kvinnum, so flennir hon. – At hyggja at VB-kvinnum? – ert tú ørur, tað tori eg ikki, tí eg gerist alt ov spent og toli hetta slett ikki. Men eg fylgi við, hvussu gongst kvinnunum, sigur Hjørdis at enda.

Hjørdis segði mær, at bara tríggjar kvinnur á myndini er á lívi, og tað eru Sanna Skaalum, Kaja Jacobsen og Hjørdis Joensen. Og um venjaran Sølva Jespersen er at siga, at eg minnist hann sum hondbóltsspælara og venjara á Eiði, tá ið vit í 60- og 70-árunum spældu hondbólt ímóti EB. Sølvi arbeiddi á Loranstøðini á Eiði og búði har.

Hjørdis Joensen var eisini við neistakvinnum í Danmark í 1949. Elsa Horn, sum eigur myndina niðanfyri, sigur, at neistakvinnur máttu hava styrk úr Vági, tá ið tær fóru til Danmarkar í 1949 at vitja KI, sum hevði verið í Føroyum í 1948 og vitjað Neistan. Ferðin hjá KI í Føroyum kom í lag, tí Sára Hansen hevði spælt við KI, meðan hon var í Danmark. KI spældi tá í bestu deildini.

Fýra VB-kvinnur vóru við á ferðini í Danmark í 1949. Ragna Skaalum, Hjørdis Joensen, Gunnhild Hjalt og Judith Gudmundsen. Dystirnir ímóti KI vórðu spældir í Ítróttaparkini í Keypmannahavn. Serliga minnið frá ferðini var, at Tjaldrið fekk maskintrupulleikar á heimferðini, og hetta førdi til, at ferðalagið  koma heim fýra dagar seinni enn ætlað, sigur Elsa. (Vagnur)

Neistakvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn
Sjey neistakvinnur og fýra VB kvinnur í smørtum leikbúna á Danmarkarferð í 1949. St.f.v: Ragna Skaalum, Elsa Horn, Hjørdis Joensen, Gunhild Hjalt, Duddan Hansen og Hilda Lamba. Húkandi f.v: Sára Hansen, forkvinna Neistans, Kathrina Mikkelsen, Judith Gudmundsen, Bergljót Hansen og Elinborg Trónd. (Myndaeigari: Elsa Horn)

Annika Olsen borgarstjóri í Havn kennir slett ikki søguna um høllina á Hálsi

$
0
0
Borðtennis og Judo hava nú sín heimstað í niðaru hædd í høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)

Í juli mánað var orrusta í fjølmiðlunum millum Anniku Olsen borgarstjóra í Havn og fyrrverandi borgarstjóran Heðin Mortensen. Annika Olsen segði tá, at tað er stór skomm, at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum í eini nýggjari høll, sum hevur kostað skattgjaldaranum 80 milliónir krónur síðani 2008. Øði spann í Heðin, sum svaraði aftur, at orðini hjá Anniku var grov manipulatión, tí tølini hava púrt einki hald í veruleikanum, men vera bara slongd út, so tað enn einaferð skal bera til at seta undanfarna býráð í ringt ljós.

Niðanfyri vil eg geva mítt íkast til kjakið um útbygdu høllina í Hálsi, og tað at byggja býnum nýggja marghøll/býarhøll. Byrji við at siga, at ein nýggj býarhøll hevur einki at gera við útbyggingina av høllini á Hálsi. Hetta er tvey heilt ymisk mál.

Haldi, at Annika Olsen skuldi í hesum førinum fyrst gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn hon fór í fjøllmiðlarnar. Veikleikin er, at Annika kennir slett ikki søguna um høllina á Hálsi, og hví skuldi hon tað, tí hon var jú ikki fødd, tá vit spældu fyrstu dystirnar í høllini á heysti í 1970.

Høllin á Hálsi var tikin í nýtslu á heysti í 1970. Eitt satt valaverk og frálíkt handverk. (Mynd Dimmalætting)

Tað vóru feløgini Havnar Badmintonfelag, HB, B36, Kyndil og Neistin, sum saman Tórshavnar kommunu og landinum, tóku stig at byggja høllina, sum kom at eita Tórshavnar samkomu-og ítróttarhøll. Í 1968 var nýggja høllin í Klaksvík – sum tann fyrst í Føroyum – tikin í nýtslu, og nú skuldi Havnin hava sína høll. Tá búðu eini 9000 fólk í Tórshavnar kommunu.

Greitt var longu í 1970, at tørvurin á ítróttahøll í høvuðsstaðnum var nógv størri enn ein høll, tí eg kann minnast sum hondbóltsspælari í bestu deildini, at vit sluppu bert at venja ein tíma hóskvøld frá 19-20 og ein tíma týskvøld frá 22-23. Tey fimm feløgini fingu sína kvotu av venjingartímum.

Nýggja høllin á Hálsi var ein valahøll og gott handverk, og hetta søgdu eisini útlendsku ítróttafólkini, sum komu til Føroya. Eingin høll í danska kongaríkinum er so nógv brúkt, sum høllin á Hálsi, sum var opin allar dagar í viku frá sjey/átta á morgni til ellivu/tólv á kvøldi. Umframt ítróttavirksemi í høllini húsaði høllin eisini handilsstevnum, konsertum, bilframsýningum, samfelagsmøtum og annað virksemi.

Eftir fjøruti ár var høllin somikið nógv niðurslitin, at høllin mátti umvælast. Talan var fyrst og fremst um gólvið, skiftingarrúmini og takið, og umvælingin fór fram árini 2011 til 2014. Skiftingarrúmini vóru umvæld í 2011, gólvið í 2012 og takið í 2013. Tá vóru ikki røddir frammi at leingja høllina ella byggja býarhøll í Havn.

Eftir fjøruti virkin ár mátti eisini gólvið í høllini umvælast í 2012. (Mynd Vagnur)

Sjálvur eri eg uppvaksin við høllini á Hálsi. Havi spælt og vant har, og frá 1991 til 2017 var eg nevndarlimur og eisini formaður í Gundadalshøllini, og vit fylgdu øll umvælingini av høllini á Hálsi. Gundadalshøllin var tikin í nýtslu í 1984, og tað vóru Kyndil, Neistin og Fleyr, sum tóku stig at byggja høllina. Hoyvíkshøllin kom í 2002 og nú er høll eisini komin á Argjum.

Vit, sum fylgja hondbóltinum bæði heima og uttanlands, hava vitað í fleiri ár, at altjóða krøvini til altjóða landsdystir eru herd fleiri ferðir. Og vit hava eisini vitað, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøvini. Nøkur av krøvunum umfata tal av áskoðarum, frástøðu frá vølli til áskoðarar, og at áskoðarar ikki mugu ganga fram við leikvøllinum. Eisini er talan um hædd frá gólvi til loft og onnur krøv.

Feløgini í Havn afturútsigld.

Tað eru hondbóltsfeløgini Kyndil og Neistin og flogbóltsfelagið Fleyr, sum ferð eftir ferð vístu á yvirfyri kommununi, at feløgini hava alt ov fáa venjingartímar í mun til feløg kring landið. Summu yngstu at byggja út Gundadalshøllina, men longu í 2014 skrivaði eg grein á Hvannrok.fo. at best var at leingja høllina á Hálsi. Seinni komu so uppskot at spreingja so mikið nógv norðeftir, at borðtennis og judo, sum vóru húsvill í býnum, fingu sín heimstað í kjallaranum. Talan var tá ongantíð um eina býarhøll ella marghøll, sum er ein heilt onnur verkætlan.

Fantastiskt at sleppa at spæla hondbólt innandura í 1970. Spælið gjørdist skjótari, og málini gjørdust eisini fleiri.

Sum eg skilji, so kostaði nýggja høllin 37 milliónir krónur, og tá parkeringplássið var gjørt og kjallarin til borðtennis og judo, so var samlaða talið 51 milliónir. Og hetta eru væl givin peningur, má sigast.

Hvat er ein markhøll/multihøll/býarhøll

At gera eina mark/multi/býarhøll, hvussu vit rópa høllina, er heilt onnur ætlan og setir heilt onnur krøv, sum ikki kann byggjast á grundøkinum, har høllin á Hálsi stendur. Límbjálkarnir, sum halda uppi høllini eru ov smalir, so gamla høllin kann lúku altjóða krøvini. Høllin er rætt og slætt ov smøl. Er talan um býarhøll, skalt tú ikki bara hugsa um, hvat ítróttafeløgini hava tørv á, men hvønn tørv øll kommunan/høvuðsstaðurin hevur.

Ein altjóða býarhøll kundi ikki byggjast á Hálsi, tí grundøkið er alt ov lítið. Kommunan gjørdi rætt at byggja út høllina. (Mynd Vagnur)

Hundraðtals parkeringspláss, og túsundtals áskoðarapláss, tí høllin skal kunna hýsa altjóða dystum, stórum konsertum og messum. Høllin kann ikki brúkast sum vanlig venjingarhøll, tí høllin verður stongd í nógvar dagar fleiri ferðir um árið, tí onnur stór tiltøk enn ítróttur skulu í høllina. Her skal setast upp og takast niður, og ymisk gólv skulu leggjast á gólvið. Býarhøllin, sum kanska kostar 150 milliónir krónur, skal eisini hava stór goymsluhøli og aðra útgerð í høllini

Fara vit tildømis til høllina Boxen í Herning, so kunnu tey eisini fyriskipa altjóða svimjikappingar og súkklukappingar í stóri høllini. Men hetta fer uttan iva ikki at henda í eini møguligari býarhøll í Tórshavnar kommunu.

Alt hetta skuldi Annika Olsen borgartjóri havt sett seg inn í, áðrenn hon fer í fjølmiðlarnar. Her hevur hon ikki gjørt heimaarbeiði. Og tá talan er um altjóða hondbóltsdystir, so liggur uppgávan fyrst og fremst hjá landinum, at føroyingar kunnu spæla altjóða dystir í Føroyum. Tá Annika og tey á Vaglinum fyrst hava fingið okkum altjóða 50 metra langhyl, so er at slóða fyri, at ein nýmótans altjóða høll verður bygd í høvuðsstaðnum. (Vagnur Michelsen)

 

 

 

 

 

 

 

Góð barna – og ungdómsminni við Landavegin

$
0
0
Átta landavegsdreingir. Frá vinstu: Torbjørn Michelsen, Virgar Wardum, Sjúrður Samuelsen, Jan Müller, Vagnur Michelsen, Frank Müller og Øssur Hjalt. Yngsti drongurin fremst er Leivur Michelsen.
Átta landavegsdreingir. Frá vinstru: Torbjørn Michelsen, Virgar Wardum, Sjúrður Samuelsen, Jan Müller, Vagnur Michelsen, Frank Müller og Øssur Hjalt. Yngsti drongurin fremst er Leivur Michelsen.

Allir dreingirnir á myndini eru farnir væl um tey seksti árini og onkur farin um tey sjeyti árini. Allir búgva í Havn uttan Virgar Wardum, sum um tjúgu ára aldur fór til Íslands og búsettist har. Hann var í Føroyum, tá mamma hansara Katrina Wardum doyði. Tá hevði eg ikki sæð hann í kanska tjúgu tretivu ár. Slík mynd vekir góð barna- og ungdómsminni, tí eg minnist bara til heilt góð barnaár og ungdómsár við Landavegin. Vit vóru útibørn. Eingin fartelefon, teldil, sjónvarp ella aðrir elektroniskir hentleikar. Spæliplássið spenti víða frá Landavegnum oman í Hornabø, oman á Skálatrøð, Skipasmiðjuna og Vestaru bryggju. Minnist einki til, at vit keddu okkum nakrantíð, vit vóru altíð á ferð.

Vit vóru tríggir beiggjar, sum svóvu í lítlum kamari við “etagusong”, har vit máttu skora okkum millum sengurnar, tá vit fór í song. Vit bara svóvu í kamarinum, tí pláss var ikki til annað. Sum umborð á gomlu sluppunum. Stuttligt at síggja, hvussu vit allir eru klæddir. Vit gingu um summarið í stuttum buksum og føroyskari troyggju. Minnist einki til, at vit nakrantíð vóru kaldir og høvdu krím. Umfarssjúkur høvdu vit uttan iva, men slíkt gloymir tú. Okkara stóra spælipláss er nógv broytt síðani barnaárini, tí stórir skúlar og aðrir stórir bygningar eru farnir við vøkru grønu fløtunum.

Minnist einaferð vit sótu nógvir dreingir niðri við Ellisheimið og hugleiddu um ymist. Tá segði ein av okkum, at hann ímyndaði sær, at vit á ellisárum allir búðu saman á Ellisheiminium.Tá svaraði annar drongur, at vit áttu at yvirtikið ovaru hæddina á Ellisheiminum. Ellisheimið varð bygt í 1935, har mamma mín býr. Eg kann upplýsa landavegsdreingjum, at eingin vón er enn at sleppa á Ellisheimið, tí miðalaldurin á búfólkunum er omanfyri níti ár, og vit eru ikki vorðnir sjeyti ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum. Tá komu fólk á Ellisheimið um sjeyti ára aldur, tí tá var eingin bráður bíðlisti. Vit mugu bíða eini tjúgu ár, um vit liva so leingi. (Vagnur)

Úr myndasavninum –Áhugaverd mynd av eystaru bryggju í Havn

$
0
0
Vit síggja eisini, at havaldan hevur frítt spæl inn á eysturu-og vesturvág, og Havnin var tá brimpláss. (Mynd Fornminnissavnið)

Myndin omanfyri er meira enn áhugaverd mynd. Tú kanst sita leingi og hyggja at myndini, sum má vera frá fyrst í 1930-árunum. Molin var bygdur í trimum stigum. 1. (1926-1929) 2. (1950-1954) og 3. (1968-1973). Fyrsta byggistigið er liðugt, og teir byggja nú bryggjuøkið, har pakkhúsini skulu standa.

Síggi, at teir stoypa kloakkrørini á staðnum, men ongar maskinur eru at síggja. Eisini áhugavert at síggja út á Argir, hvussu húsini standa spreidd, og teir hava velt niðan undir hamaran. Á myndini síggja vit eisini smáar smáttur, og so er spurningurin, um børnini hava bygt smátturnar, ella hetta eru arbeiðssmáttur. Danir stóðu fyri øllum byggistigunum av Molanum. Fibiger & Villefrance stóð fyri fyrsta 1. byggistigi, Kampsax fyri 2. byggistigi  og Phil & Søn longdi Molan út í fulla longd. (Vagnur)

Viewing all 1082 articles
Browse latest View live


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>